Ítróttur

VÍF fekk 40 mál móti Neistanum

...

2016-12-07 22:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF tók í kvøld móti Neistanum í FTZ-deildini hjá monnum. Fyrstu løtuna fylgdust liðini væl, og var tað eisini javnt eftir 11 min. tá støðan var 9-9, men so fór VÍF frá Neistanum, og komu uppá 15-11, liðini fóru til hálvleiks við støðuni 21-19. VÍF helt somu kós í seinna hálvleiki, og øktu bara um munin, VÍF vann dystin 40-29.

VÍF: John R. Nielsen, Sjúrður Olsen 6, Rúni Joensen 2, Ingi Olsen, Julian Olsen 10, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen 7, Malden Mjerimarcka 1, Jugoslav Djumic 3 og Filip Jojic 11.

Neistin: Nicolas Satckwell, John í Innistovu 2, Rasmus Muller, Andras Joensen 3, Rune Olsen, Rói B. Hansen 8, Herbjørn Lava 2, Torstein Balle 3, Pætur Mikkjalson, Christopher Moe 6, Hjalti i Jákupstovu, Terji Mørk 1, Torkil Henze 1 og Teis Horn 3.

Støður: 

5. min. 2-2

10. min. 7-7

15. min. 12-9

20. min. 14-10

25. min. 16-13

30. min. 21-19

35. min. 25-21

40. min. 28-23

45. min. 31-24

50. min. 31-25

55. min. 35-26

60. min. 40-29

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder