Vif.fo skrivar: VÍF hevur gjørt avtalu við rumensku Adina Ghidoarca, nú Durita Christophersen vegna sjúkuforfall neyvan fer at spæla aftur í hesum kappingarárinum. Spæliloyvið er um at vera komið undir land, men enn er ikki greitt, um hon spælir steypadystin við VÍF-kvinnunum mikudagin í Vestmanna móti Stjørnuni. Eru øll viðurskiftini ikki avgreidd mikudagin, roknar Henrik Gerster, venjari, kortini heilt vist við, at Adina fer at spæla móti Kyndli í Havn komandi sunnudag.
Adina Ghidoarca er 27 ára gomul og hevur í seinastuni spælt í Turkalandi. Hon er fjølgávaður leikari, spælir seg væl gjøgnum verjuna, kann spæla sum bakkur á øllum plássum og hevur eisini góð langskot.
VÍF ynskir Adina Ghidoarca vælkomnari til VÍF og Vestmannar.
VÍF-kvinnurnar spældu fyrsta dystin í Coca-Cola kappingini móti Søljuni sunnudagin. VÍF vann 34-8. Agnas Olsen skeyt 9 mál, Eilin Hansen 8, Tóra Seloy 7 og Liljan Djurhuus 6 mál. Hini liðini í bólkinum eru Kyndil og Stjørnan. Kyndil vann sunnudagin 36-22 á Stjørnuni.
Neistin, VB og StÍF eru í hinum bólkinum. Neistin og VB spældu sunnudagin í Havn og úrslitið var javnleikur, 25-25.
Dysturin móti Stjørnuni mikukvøldið verður í Vestmanna klokkan 18.30. Dysturin móti Kyndli verður í Havn sunnudagin klokkan 14.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald