Vinna

Viðsjón fyri menning av Alivinnuni

...

2015-08-20 15:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Alivinnan stendur á einum vegamóti. Alivinnan kemur ikki at síggja soleiðis út um nøkur ár sum hon sær út í dag. Vinnan er í einum rúkandi útviklingi og hevur verið tað tey seinanstu mongu árini. Menningin heldur á og steðgar ikki her. Tað eru tveir vegir at fara. Antin fer alivinnan uppá land og kemur at úvikla seg sum landbaserað aling. Hin møguleikin er at hon fer til havs. Hon kemur í longdini ikki at trívast og mennast á firðunum soleiðis vit kenna tað í dag.

Hvør er leiðin fyri føroyska alivinnu?

Eri sjálvur eitt sindur bangin fyri at fer hon uppá land, er hetta ikki ein so heppin gongd fyri okkum sum alitjóð. Tá kann alingin í prinsippinum verða allar staðir. Tá tann framleiðsluhátturin er liðugt mentur, er mest sansýnligt at alingin flytir har sum stórsti parturin av fiskinum verður etin og brúktur. Og tað er ikki í Føroyum.

Hinvegin so er havumhvørvið við Føroyar heilt nátúrliga vakstrarøki hjá atlantiskum laksi. Reina sjógvin, góða sjóvarhitan og røttu sólargeislarnar hava vit fingið til gávis av skaparans hond. Hetta hevur alt kønar hendur og góða vitan sum eingin annar í heiminum hevur.

Duga vit at gagnnýta hetta tilfeingið, kann hetta gerast nógvar ferðir størri enn nøkur oljuvinna nakrantíð kann gerast fyri fólkið á hesum klettum býr.

Eitt nýtt landstýri eigur at stinga út í kortið eina menningarætlan til útgerð sum kann brúkast úti á opnum havi, og ikki helma í fyrr enn komi er á mál. Tað eru onkrar royndir gjørdar, men eg sakni áhaldni í hesum so týdningarmikla málið. Landstýri eigur ikki at avmarkað seg til ráðføring frá verðandi alarum og ella verðandi aliumsiting. Har er alt við at gerast innavl og kemur ikki úr stað í somáta.

Kundi gott hugsað mær at tit politikara hava hetta í mentu nú tit um ikki so langa tíð fara at orða eitt samgonguskjal. Gott val!

Frímund Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder