NÝSLUGJ??LDINI SKAPTU FRAMGONGDINA,
OG TÍ EIGA VIT AT HALDA FRAM EFTIR SAMA LEISTI
Tá ið spurningurin tók seg upp um gjald til undirsjóvartunlar, var tað eitt ókent fyribrigdi at taka gjald fyri at koyra gjøgnum ein tunnil. Hetta gjørdi politiska skipanin greitt longu í 1988, fyri 30 árum síðani. Var hetta ikki gjørt var ikki møguligt at fremja eina slíka ætlan. Tað var galdandi fyri tunnilin undir Vestmannasund, og seinri eisini tunnilin um Leirvíksfjørð.
Tað snýr seg um, at
TRYGGJA
V??KSTUR OG
FRAMGONGD
Í F??ROYUM
Ein samhaldsfast skipan
Tað var heldur eingin ivi um, at talan var um eina samhaldsfasta skipan sum skuldi verða galdandi fyri allar undirsjóvartunlar sum í framtíðini blivu bygdir.
Hesin hugburður var rótfestur í politisku skipanini tá, tí bert soleiðis fingu vit ráð at byggja fleiri undirsjóvartunlar. Allir Føroyingar tóku væl ímóti hesi skipan tá, sum var eitt nýbrot fyri at kunna fremja størstu samferðslu útbygging í Føroyum um hetta mundi. Lesi Løgtingsmál nr. 14: Lán til tunnil um Vestmannasund frá 17. mars 1988, og ikki mist lurta eftir orðaskiftinum frá hesum tíðarskeiðinum. 17. mars verða tað 30 ár síðani at hesi sjónarmið sóu dagsins ljós.
Brynja samfelagið til nýggjar tíðir
Orsøkin til at hendan skipanin skipanin var tikin í nýtslu var tann, at mett var at tað fór at verða ógjørligt at gjalda rakstur og íløgur yvir landskassan, og tí var einasta gongda leiðin nýtslugjøld til at gjalda íløgur og rakstur, og teimum sjónarmiðum tók nærum øll politiska skipanin undir við. Ein ásannan av at hetta var einasti møguleiki at fáa útbygd Føroyska samfelagið til nýggjar tíðir, og tá samanum kom so at siga allir Føroyingar tóku undir við.
Hetta var eisini ein ásannan av, at allar royndir vístu og framvegis vísa, at nærum øll framgongd stavar frá øktum góðum samferðslumøguleikum.
Tað snýr seg ikki um at seta
BÝÐIR,
BYGDIR, ELLA
OYGGJAR
upp ímóti hvørjum øðrum.
Hetta snýr seg um trivna og at útbyggja Føroyska samfelagið til altjóða avbjóðingar.
Spell og óneyðugt
Skuldi haldast fram á somu kós var neyðugt at skipanin helt fram, og at inntøkurnar av nýtslugjøldum vóru við til at fíggja bygging av øðrum undirsjóvartunlum. Hetta vóru hugsanir aftanfyri fyrstu royndunum at byggja fyrstu undirsjóvartunlarnir í Føroyum.
Haldi at tað er spell og óneyðugt at umrøða onnur alternativ til slíkar útbyggingar. Nýtslugjøldini skaptu framgongdina, og tí eiga vit at halda fram við at útbyggja samfelagið á hesum øki eftir sama leisti.
Var hildið fast við hetta sjónarmið, eri eg ikki í iva um at Føroyska samfelagið hevði verði komið longur á leið á samferðsluøkinum.
Lasse Klein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald