JN

Viðmerkingar í kjalarvørrinum av sending um Zarepta

...

2018-02-28 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Biriti á Løgmansbø Bláhamar hevur lagt henda tekstin út á Facebook: Síðani eg luttók í sendingini ???Gud signi Føroyar??? hjá Heina í Skorini, eru nógvar reaktiónir komnar uppá tað, ið tosað var um. Eg var við í sendingini vegna son mín, ið hevði eina ringa uppliving á Zarepta, tá hann var 10 ára gamal í 2011.

Fyrst skal eg líka presisera, at mínar meiningar um hetta á ongan hátt eru kliptar ella redigeraðar í sendingini. Alt, sum eg sigi í sendingini, er tað, ið eg havi sagt, og onki er tikið úr nøkrum samanhangi. So skuldi tað verið uppá pláss.
Síðani sendingin varð send, eru nógvar viðmerkingar komnar um hetta at tosa við smærri børn um helviti, demonir og satan. Men gjøgnumgangandi fyri nærum allar viðmerkingar, ið eru neiligar ímóti mínum luti í sendingini, er, at dentur verður lagdur á, hvussu fantastiska deiligt fólk hava havt tað á Zarepta, hvussu hetta hevur ment tey, og hvussu tey áhaldandi tann dag í dag ganga á Zarepta. Jamen, tað er jú deiligt fyri tykkum, og eg gleðist tykkara vegna. Men tað tekur tó ikki burt tað uppliving, ið mín sonur og nógv við honum hava havt av Zarepta, og tað tekur so als ikki burt ábyrgdina hjá teimum, ið vara av okkara børnum, meðan tey eru í teirra varðveitslu, at fara væl um teirra sálarligu heilsu.
Hvat nýttar tað at tosa um, hvussu deiligt ein hevur havt tað á Zarepta, tá evni, ið vit tosa um her, er undirvísing fyri smábørn á einum lítlum kamari um demonir, ið klatra eftir veggunum og beseta fólk og hóttanir um ævigan eld í helviti, um ein ikki trýr uppá ???einasta og rætta mátan??? ? Eg havi sjálv verið á Zarepta sum barn fleiri ferðir og havi eisini havt tað gott, sjálvt um eg eisini hoyrdi um helviti og annað, sum eg ikki kendi heimanifrá og ikki fekk at passa saman við mína barnatrúgv. Tað hevur onki at siga í hesum samanhanginum.
Nú kann tað næstan síggja út til, at sonur mín er eitt eindømi millum øll tey 1000, ið hava verið á Zarepta millum ár og dag, men tíverri er tað als ikki so, men øll hini mongu, ið hava havt líknandi upplivingar, hava av opinlýsum orsøkum ikki havt dirvi at tosa um teirra upplivingar, og eg kann bara siga, at eg skilji tey, tí síðani sendingina er m.a. gjørt eitt video av Sjúrður Højgaard, har eg og onnur navngivin fólk í Føroyum verða hótt eftir lívinum, og illbønir, ið eru so ljótar, at eg ikki her vil endurgeva tær, eru spýttar útyvir okkum, og vit eru mett at vera so lítið verd sum menniskju, at vit tað sama kundu doyð, jú fyrr jú betri. Eisini hevur maður mín móttikið sms um, at hann má seta konu sína uppá pláss, og her meinast ikki verbalt.
Nógv verður tosað um, at versta syndin er at taka eitt barn vekk frá Jesus. Sjúrður Højgaard nevnir hetta, og John í Skemmuni nevnir hetta eisini, umframt ein mylnustein, ið skal hongjast um mín háls fyri at taka son mín vekk frá Jesus og ???frelsuni??? Jamen, orsaka meg, tí eg var ikki varug við, at Jesus búði á Zarepta ? Sikken ein arrogansa, at ganga út frá, at Jesus bert finst, har tit eru. Tað, sum eg kenni til, finst Jesus allastaðni og er ikki bundin av hvørki tíð ella stað, ja, eg havi enntá møtt honum á Ríkissjúkrahúsinum eitt desemburkvøld í 1997, tá hann svaraði okkara bønum um at bjarga lívinum hjá stórusystir míni. So eg má siga sum Yvonne á sinni: ???Må jeg så være fri??? !
Lætt er at flyta fokus, tá atfinningar eru, men eitt skal verða so púra greitt: Tað er mær líkamikið, hvussu nógv fólk hava havt tað gott á Zarepta, um slíkt, sum hendi mínum soni, sleppur at henda aftur. Tað hjálpir ikki at skifta evni, tá slíkt sum hetta skal umrøðast, tí hetta skal kunna tosast um, tí tað er veruleiki, líka so nógv veruleiki sum øll hini, ið hava havt tað gott. Síðani sendingina hava óteljandi fólk vent sær til mín, ið ikki tora at standa fram við teirra upplivingum. Hesi fólkini hava havt líknandi upplivingar sum mín sonur, men hava ongantíð tosað um tað fyrr.
Leiðreglur eru góðar, og eg eri sikkur uppá, at leiðslan ynskir, at alt gongur fyri seg á rættan hátt, men veruleikin er tann, at leiðreglur mugu fylgjast upp, og ein má hava okkurt eftirlit við, hvat fyri fólk sleppa at hava ábyrgdina av okkara børnum.
Over and out frá eini mammu, ið ber sín mylnustein við stoltleika.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder