Í sambandi við at fiskivinnunýskipanarbólkurin kunngjørdi sína frágreiðing í farnu viku, sendu formennirnir í samgonguflokkunum út eina yvirlýsing um royndirnar við verandi skipan og aðalmálini fyri nýggju skipanina.
Verandi skipanin fær skyldina fyri, at støðan hjá botnfiskastovnunum er hættislig, at fiskiflotin er gamal, niðurslitin, skuldarbundin, savnaður á fáum hondum, at peningur er tikin úr vinnuni og sendur av landinum, heldur enn at fara í landskassan o.s.fr. Nú skal annað lag kom á. Nýskipanin skal venda øllum á høvdið.
Floksformennirnir hava ongar grundgevingar fyri sínum pástandum, og mála her eftir míni meting eina óveruliga mynd. Tí er neyðugt við nøkrum viðmerkingum.
Í roynd og veru hevur verandi skipan roynst munandi betur, enn teir vilja vera við. Tað er fyrst og fremst politiski váðin, sum nú í nógv ár hevur darvað vinnuni. Nú loyvini formliga fella aftur til landið um eitt gott ár, kann vinnan bara halda ondini og bíða eftir, hvussu politiski leikurin fer.
Teir báðir stóru samgonguflokkarnir hava í skiftandi samgongum havt politiska ábyrgd og møguleika fyri at ávirka fiskivinnupolitikkin. Síðan fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996 hevur í veruleikanum verið fríur fiskiskapur eftir botnfiski undir Føroyum. Tey allar flestu árini síðan 1996 hevur flotin bert brúkt millum tveir triðingar og tríggjar fjórðingar av tøku fiskidøgunum. So at siga onki skip hevur hesi 20 árini ikki kunna farið til fiskiskap, tí tað hevur manglað dagar. Tað eru politikararnir, sum hava umsitið fiskidagaskipanina.
Tá búskaparliga kreppan í føroyska samfelagnum gjørdist sjónlig síðst í 80-árunum, var almenni stuðulin til fiskivinnuna komin upp á næstan 500 mió. kr. árliga, og tá føroyska samfelagið í veruleikanum fór á húsagang í 1992, gjørdist støðan hjá fiskivinnuni sera trupul.
Neyðugt varð at taka álvarslig stig til at tillaga flotan. Eini 50 loyvir vórðu tikin úr skipanini við upphøgging, og síðan tá er undir verandi umsetiligu skipan farin fram ein støðug tillaging, har loyvir eru løgd saman og skip tikin úr flotanum, við tí endamáli at fáa ein lønandi rakstur. Samstundis er útróðrarflotin minkaður niður í lítið og onki.
Nú eru umleið 55 skip eftir í botnfiskaveiðuni undir Føroyum, 11 skip í uppisjóvarflotanum, 4 skip í Barentshavsflotanum, og 2 skip í rækjuflotanum. Sambært eini roknskapargreining hjá grannskoðaravirkinum Januar fyri árini 2011-2015, hevur heimaflotin tilsamans havt eitt rakstrarhall upp á útvið 220 mió. kr. seinastu fimm árini, meðan hinir skipabólkarnir hava havt eitt rakstraravlop upp meira enn 1,2 mia. kr. Hesir skipabólkar hava tillaga veiðiorkuna til fiskimøguleikarnar. Tí er raksturin lønandi. Heimaflotin hevur ikki tillaga seg til fiskimøguleikarnar í sama mun. Her verður neyðugt við fleiri rationaliseringum, um raksturin skal gerast lønandi.
Samgonguleiðararnir kæra sína neyð um, at fiskivinnan er savnað á færri hondum. Tað er ein nátúrlig fylgja av teimum rationaliseringum sum eru gjørdar og tí teknisku menning, sum hevur verið. Henda gongdin fer at halda fram, og fiskivinnan verður á enn færri hondum, um tær neyðugu tillagingarnar verða gjørdar í heimaflotanum.
Samgongan leggur stóran dent á, at nýggir aktørar skulu sleppa framat í vinnuni, men tað er ein dreymur, sum bara kann gerast veruleiki, um vit koyra fleiri skip út at fiska somu fiskar. Fleiri skip merkir, at bæði rakstrar og íløguútreiðslurnar gerast størri, og tí verður avlopið minni burtur úr somu fiskum. Harvið verður minni til landskassan og okkum øll.
Tað er rætt tá samgonguleiðararnir siga, at flotin er gamal og niðurslitin. Seinastu 10 árini er er onki nýtt skip bygt, fyrst og fremst tí at politiski váðin hevur verið ov stórur. Nú eitt gott ár er eftir av upsagnartíðini, vita vit framvegis ikki hvat fer at henda. Verða ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, um øll fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu til veruleika, so verður heldur ongin endurnýgging av flotanum í framtíðini.
Víðari verður sagt, at flotin er vorðin meira skuldarbundin. Tað er ikki rætt. Sambært greiningini hjá Januar av roknskapunum fyri árini 2011-2015 hevur samlaða skuldin hjá fiskiflotanum støðugt ligið um 3,4 mia. kr. Í sama tíðarskeiði er úrslitið hjá reiðaríunum fyri skatt økt úr 284 mió. kr. upp í 409 mió. kr. ella við 145 mió. kr. árliga.
Í hesum tíðarskeiði hevur landskassin kravt støðugt meira inn í skatti og gjøldum. Í 2015 rindaði fiskiflotin góðar 100 mió. í skatti umframt tilfeingisgjøld, og í 2016 fer flotin at rinda 220 mió. kr. í uppisølu- og tilfeingisgjaldi. Undir verandi umsetiligu skipan, er støðan fullkomiliga broytt. Frá at geva 500 mió. í stuðli til fiskivinnuna, fær landskassin nú meira enn 300 mió. í skatti og avgjøldum frá fiskiflotanum um árið.
Eftir greiningini hjá Januar er hesi árini farin fram ein stór konsolidering og uppsparing til nýggjar íløgur. Samlaða eginognin hjá flotanum er økt úr 560 mió. kr. upp í 1,1 mia. kr. Vøksturin stavar fyrst og fremst frá, at fluttur vinningur er farin úr -10 mió. kr. upp í 590 mió. kr.
Tí er tað ikki rætt, at nógvur peningur er tikin úr vinnuni. Hesi árini hava verið góð hjá nótaskipunum. Sambært einum yvirlitið hjá Felagnum Nótaskip vóru árini frá 2004 til 2012 tilsamans útgoldnar eigarunum 5 mió. í vinningsbýti. Tey seinastu tvey árini er eitt sindur goldið í vinningsbýti til eigararnar. Tað er ein náttúrlig fylgja av, at óvissan um hvat fer at henda eftir 1. januar 2018 er ovurhonds stór, og gongst sum samgongan ætlar, so verður neyvan talan um at gera íløgur av týdningi í framtíðini.
Eisini siga samgonguleiðararnir, at peningur er tikin úr vinnuni og fluttur av landinum. Her verður kanska m.a. sipað til Framherja, har eitt útlendskt felag eigur 24 prosent. Her kann eg upplýsa, at vinningsbýti, sum útlendski eigarin hevur fingið, liggur í føroyska holdingfelagnum, og ikki ein króna er farin av landinum.
Samanumtikið er tað ikki ein røtt mynd, sum samgonguleiðararnir málað av verandi skipan. Tølini tala fyri seg. Vónandi fellur ein avgerð um framtíðar karmarnar hjá fiskivinnuni skjótast gjørligt, og vónandi verður loysnin so góð, at vit øll kunnu taka hendur saman og menna fiskivinnuna.
Anfinn Olsen
reiðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald