Tað er sera nógv fólk sum ganga út til Trælanípu í Nípuhaga og tað er áleið helvt um helvt føroyingar og útlendingar sum vitja hetta øki .
Nípuhagi er helvt um helvt landsjørð og ognarjørð og har eru fleiri eigarar.
KVF skrivar nógv um óskipað viðurskifti um gongd i haga og vísa myndir av Trælanípu,men i Nipuhaga var óskipað viðurskifti i 2017 og 2018 tá gingu ferðafólk um allan hagan og endin var ein 20 til 80 metrar breiður runu geiri var fram við Leitisvatni út til Trælanípu og hetta gekk út yvir seyðahald og nærum alt fuglalív bleiv burtur.
Føroyingar og útlendingar fóru upp um hegn sum var traðkað niður og skeltir vóru ikki vird.
Har vóru nógvir fremmandir ferðaleiðarar sum við vinningi fyri eyga fóru túr við stórum ferðaliðum, uttan avtalu við hagan, og uttan gjald til hagan.
Vit royndu at seta stór skeltir upp um ikki at ganga fram við vatninum men at ganga eftir ovaru gøtu men onki hjálpti. Vit royndu eisini at seta eina peninga bússu upp so ferðafólk kundu stuðla at gera nýggjar gøtur men lítið og onki kom inn.
Fyri umleið 6 árum síðani vóru tað so at siga bert vágafólk sum fóru túrin út á Trælanípu fram við Leitisvatni og tey fór bara út í hagan i góðveðri og tá tolir lendi hesa gongd men tað ber tíverri ikki til longur og tað er harmiligt,
Hagastýri gjørdi so av i 2019 at lata Jóhannus Nattestad standa fyri innkrevjing frá útlendskum ferðafólkum. Jóhannus hevur so stovna eitt felag har hann so betalir eina upphædd til Nípuhaga alt eftir hvussu nógv ferðafólk eru i haganum, eisini hevur hann gjørt eitt kaffi hús og parkerings øki, hetta kaffi húsi skapar fleiri arbeiðspláss.
Vit gjørdu so eina 3500 metur langa gøtu og settu skipað viðurskifti í gongd á vári 2019 eftir hetta kom lendi fyri seg aftur og alt fuglalív kom aftur, men seyður støðast ikki longur úti á Trælanípu av teimum nógvu fólkum, sum har ganga og tí var neyðugt at taka 20 áseyðir av.
Vit hava ætlan um at gera umleið 2000 metrar av nýggjari gøtu hetta fyri at verja lendi /náttúrina.
Ferðafólk kunnu velja at fara saman við einum ferðafólka leiðaraella uttan og um tey fara við ferðafólka leiðara kann gongu leiðin verða øðrvísi .
Har er avsláttur til pensiónistar og bólka avsláttur, børn upp til 15 ár gjalda onki og Føroyingar gjalda jú ikki og heldur ikki útlendingar sum eru á vitjan hjá Føroyingum ella útlendingar sum búgva í Føroyum .
Um mjørki og ringt sýni er fáa ferðafólk at vita at tey kunnu koma aftur ein annan dag uttan at gjalda.
Vit halda at ferðafólk fáa eina góða tænastu. Har er gjørt eitt rímiliga stórt parkerings øki og tey hava atgongd til WC og øll fáa eina persónliga vegleiðing, um hvar tey skulu ganga og hvat tey skulu ansa eftir og tey eru sera nøgd við gongutúrin og umstøðurnar.
Vit hava ein ferðafólka leiðara i økinum av og á, sum greiður frá um økið og søguna, men ætlanin er at hava ein ferðafólka leiðara i økinum allan dagin
Eg kom í prát við ferðafólk úr Italia, teir vóru sera væl nøgdir við túrin og umstøðurnar og teir fortaldu at teir vóru her i 2018 og at øll klæðini hjá teimum vóru runut eftir túrin og at lendi var sera sliti, onki WC var og onki parkerings pláss, men nú er alt sera gott.
Tað er nøkur pláss i Føroyum sum hava nógv ferðafólk og ognanir skulu hava rætt at siga við Føroyingar og útlendingar at øll skulu halda seg til gøturnar og fara væl um øki hetta fyri at verja náttúrina og heiðafugl.
Uppskoti hjá Helga Abrahamsen er at meta sum ognartøka av lendinum og verður tað samtykt hava øll hava rætt atganga allastaðni og onki krav er at halda seg til gøturnar tá blívur alt traðka niður og tað fær sera stórar avleiðingar fyri náttúrina og alt djóralív . Ferðafólka tali kann vaksa nógv i komandi árini og onki hjálpir at seta skeltir upp og printað faldarar, tað má verða skipaði viðurskifti tí vit kunnu ikki samanbera okkum við onnur stór lond tí Føroyar er eitt lítið oyggjasamfelag sum ikki tolir nógv ferðafólk og eitt gjald til at fara i hagan heldur ferðafólkatalinum niðri .
Man kann hugsa sær at eitt stórt ferðamannaskip leggur at bryggju i Miðvági og fleiri hundrað fólk fara at ganga um alla hagan og traðka alt niður tí má almennarættur ikki setast i gildi.
Haldi lítið um uppskoti um at stovna ein nýggjan almanna grunn og leggja avgjald á ferðaseðlar.
Tað verður ein stór umsiting og ein torfør uppgáva at deila út til fleiri hundrað hagapartar.
Vónandi finnur nýggi landsstýrismaðurin Magnus Rasmussen eina loysn / semju, men ongin grund er at broyta verandi lóggávu .
Sí viðløgdu myndir.
Heilsan
Gunnar Rasmussen Nattestad
Limur i Hagastýrinum fyri Nípuhaga
Miðvágur
NB. sí eisini myndirnar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald