2016-02-04 03:02

Í kjakinum í gjár í Degi og Viku legði Jógvan Páll Lassen áherðslu at neyðugt var fyrst og fremst at melda mál til løgregluna tá ið kynsligur ágangur fer fram, tí at tað kann í einkultum førum ikki vera til gagns fyri viðkomandi, um viðkomandi til dømis fer í samband við felagsskapir.
Vit í KRIS halda, at hetta kann ikki standa ósvarað. Tí uttan at vera heilt vís, so tyktist at Jógvan Páll Lassen sipaði til m.a. KRIS.Sjálvandi, skulu øll mál meldast til løgregluna!! Tað eru tó fleiri trupul viðurskifti í hesum førum. Millum annað tá ið eitt 6 ára gamalt barn blívur misbrúkt av einum vaksnum, og tað sigur við barnið at ikki siga tað við nakran. Hvussu skal barnið takla hesa støðu og fáa upp í lag at ringja til løgregluna? Árini av kynsligum ágangi er ikki sum eitt forkølilsi, sum gongur yvir, men seta djúp spor. Trupuleikin kemur mangan fram seinni í lívinum, eftir millum annað fortreingilsi, sum Jógvan Páll Lassen eisini var inniá. Merkir tað at minnið altið er óvinurin hjá okkum? Í fleiri førum ja, men sanniliga kann minnið av ein einari neyðtøku ella misnýtslu, eisini verður heilt eftirfarandi.
Hetta er ein avbjoðing, sum KRIS merkir hvønn dag, sigur Beinta Pedersen forkvinna í Kris.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald