Politikkur

Viðmerking til aftursvar frá Kringvarpinum

...

2015-04-15 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arbeiðsgevarafelagið heldur fast við, at KvF hevur borið skeivar upplýsingar.

Tað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag fanst at í greinini mánadagin, var, at bæði sendingin hóskvøldið og serliga Dagur og Vika fríggjakvøldið góvu eina greiða fatan av, at fulltíðarløn hjá einum sum starvast ???fulla tíð ein heilan dag í handli??? (sum tíðindafólki í Degi og Viku málbar seg) er millum 14.000 og 18.000 kr um mánaðin.

Tað er fatanin av, at hetta er lønin fyri fulla tíð aftaná at hava starvast í mong ár í handli, sum er trupulleikin. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur ikki, at tað er skeivt, at kvinnan, sum umtalað verður í sendingini, fær hesa løn, men ivast í, hvørt hon arbeiðir fulla tíð, sum tað annars verður indikerað.

Í grein síni skrivaði Føroya Arbeiðsgevarafelag at ???Sendingin hóskvøldið, gav ta fatan, at tá arbeitt verðurfulla tíð, og ein hevurfleiri ára starvsaldurinnan handilsyrkið, er mánaðarliga lønin millum 14.000 og 18.000 kr um mánaðin.???

Júst hesum snýr Kringvarpið sær uttanum í sínum aftursvari ??? tað ber bara ikki til at tosa um løn uttan at tosa um starvsbrøk og starvsaldur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder