
Tíðindaskriv
Í 2003 segði SEV, at vindorka ikki lat seg gera í Føroyum, men hevur eftirtíðin víst, at so er ikki.
Nú sigur SEV í 2016, at pumpukraftverk ikki letur seg gera í Føroyum. Røkt hevur arbeitt við hesum møguleikanum ??? ið byggir á kendan teknik - nú í nøkur ár og er við at koma á mál viðvíkjandi teknisku og fíggjarligu metingunum um eitt vindorkurikið pumpukraftverk á Mýrunum í Vestmanna.
Hetta kraftverk kann veita grøna og trygga orku í staðin fyri oljurikið kraftverk.
Røkt vil staðiliga heita bæði á SEV, eigararnar og myndugleikarnar, sum vara av elorkuøkinum í Føroyum, um at steðga við ætlanini at útbyggja oljukraftverk í størri mun, áðrenn Røkt hevur havt høvi til at leggja fram neyðuga dokumentatión fyri ætlaða pumpukraftverkið.
Verandi samgonga hevur sett sær fyri, at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Sama sigur SEV seg hava sett sær fyri.
Í viðmerkingunum til verandi elveitingarlóg eru millum endamálini:
· At møguleiki verður fyri fleiri elframleiðarum fyrst og fremst á vindorkuøkinum.
· At orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum so sum úr vatni, vindi o.ø. verður økt.
Røkt hevur ilt við at trúgva, at søgan frá 2003 skal kunna endurtaka seg, at ein kappingarneyti við pástandum skal haldast burtur frá elmarknaðinum, og at farast skal undir eina risa útbygging av elframleiðslu úr dálkandi orkukeldum, sum harafturat kemur at kosta samfelagnum stórar upphæddir í innfluttari olju.
Hví velja oljukraftverk fram um grøna, kenda og trygga tøkni, tá grøna orkan er kappingarfør og ikki hóttir samfelagsbúskapin, tá lági oljuprísurin aftur hækkar.
Kann hetta bera til uttan dokumentatión, og uttan at málið verður nóg væl lýst?
Vestmanna 24.11.2016
Spf Røkt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald