2015-08-31 03:25
Elskaðu brøður og systrar runt um í landi okkara. Eg eri vísur í, at tit bæði hoyra, síggja og merkja óhugnan breiða seg út yvir gudgivnu tjóð okkara. Tað er eygsæð, at fleiri og fleiri alment seta seg upp ímóti orði Guds. Um uppreistrarfólk Guds sleppa at seta dagskránna í gerandisdegi okkara, er vandi fyri, at framgongdin í sataniska tíðarrákinum fer at flyta ???kristnu??? tjóð okkara aftur til ringu korini hjá samkomu Guds á Paulusar døgum. Endin á skránni hjá menniskjum, ið eru farin í kríggj ímóti Gudi endar ikki við krøvunum frá teimum homoseksuellu, fríari fosturtøku o.s.fr.
Tí orð Guds lærir, at framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki. Tann sum hevur ætlanir um at traðka Gud av trónuni, stendur eisini samkomu Guds ímót. Tískil er tað bert ein tíðarspurningur, inntil politiska og religiøsa stevnuskrá teirra gudleysu verður dagførd til at smíða sær sjálvum heimildir, ið bróta inn í samkomu Guds.
Tað er eingin ivi um hetta, at bæði kristin og heiðin fara á løgtingsval týsdagin. Góðu tit, vísið tykkum sum rættir menn og kvinnur og veljið fólk á ting, sum við hjartanum trúgva á Kristus og við munninum játta Hann sum sín persónliga frelsara. Tað er sera týdningarmikið fyri tjóð okkara, at politiski myndugleikin hevur hjarta og intellekt við sær í starvinum. Altso, alt hjarta í himli og bæði beinini á jørðini.
Og latum okkum liva eitt sigrandi lív í Kristi Jesusi í gerandisdegnum og nógv meira enn nakrantíð áður í Føroya søgu vitna, syngja og prædika gleðiboðskapin fyri øllum menniskjum. At lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Jesus.
Gud signi tykkum øll!
Heilsan bróður tykkara í Harranum Jesusi Kristi.
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald