Vinna

LV: Viðlíkahald av infrakervi ov álvarsligt til tvídrátt

...

2016-06-14 15:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LV.fo: INFRAKERVIÐ: Ein møgulig útveiting av uppgávunum hjá Landsverki í sambandi við viðlíkahald av infrakervinum eigur ikki at stjala myndina frá álvarsligu støðuni á økinum. Um ikki fíggjarligar loysnir, ið kunnu minka um eftirsleipið, verða funnar, fer spurningurin skjótt at snúgva seg um vantandi ferðslutrygd, heldur enn um, hvørt tað skal vera almenna ella privata vinnan, ið røkir uppgávuna. 


Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Landsverki peikar stjórin á stovninum á stóra tørvin á viðlíkahaldi av infrakervinum. Ein partur av viðlíkahaldinum er vetrarhaldið, ið sveiggjar rættiliga nógv í útreiðslum, alt eftir hvussu góður ella ringur veturin er. 

Eftir áheitan luttók stjórin á Landsverki í sendingini ???Radarin??? í Kringvarpi Føroya í síðstu viku, har sendingin setti ljós á tepru játtanina til viðlíkahald av infrakervinum, eins og innslag var í tíðindunum um sama evni. Her vísti Ewald Kjølbro á, at tørvur er á eykajáttan til nýggjar maskinur, um kavaruddingin skal vera nøktandi um alt landið komandi vetur. 

??tsagnirnar hjá stjóranum á Landsverki eru eftir øllum at døma falnar Føroya Handverksmeistarfelag fyri bróstið, tí felagið staðfestir, at Landsverk ikki hevur tørv á nýggjum maskinum. Hetta tí, at tilber at veita uppgávur út til privatu vinnuna at reka. 

Heldur enn at fara inn í ein tvídrátt um, hvør skal loysa viðlíkahaldsuppgávurnar ??? alment ella privat ??? eigur spurningurin heldur at snúgva seg um, hvussu viðlíkahaldsuppgávan kann loysast innan verandi fíggjarkarm. Tað er nevniliga ein sannroynd, at eftirsleipið í viðlíkahaldinum veksur ár frá ári, og tí má kjakið snúgva seg um, hvussu hesin trupulleikin verður loystur, heldur enn, hvør skal loysa hann. Størsti trupulleikin er ov lág játtan og ikki, hvør hevur uppgávuna um hendi. 

Hinvegin fer Landsverk á ongan hátt at seta seg upp ímóti einum møguligum politiskum vilja at útveita vetrarhaldið. Vinnan kann sjálvandi bjóða seg fram til at røkja uppgávuna, um hon megnar at gera tað fyri ta játtan, sum á hvørjum ári verður sett av til viðlíkahald, ið vetrarhaldið er partur av. 

- Undanfarna landsstýri setti so seint sum í fjør eina kanning í verk av virkseminum hjá Landsverki, har eisini vinnan fekk møguleika fyri at gera metingar um, hvørt partar av virkseminum hjá stovninum átti at ligið aðrastaðni. Í hesum sambandi peikaði vinnan á, hvar uppgávurnar eiga at liggja, uttan tó at koma við nøkrum ítøkiligum prógvi fyri, at tær undir givnum fíggjarkørmum kunnu loysast betri og bíligari av tí privata, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Stóri spurningurin er tó, um tað fer at loysa seg fyri landskassan at útveita vetrarhaldið, eftirsum stórur vandi er fyri, at uppgávan gerst dýrari, uttan at hon harvið verður betri loyst. 

Ein fyrimunur við at lata Landsverk røkja vetrarhaldsuppgávuna er, at stovnurin kann nýta bæði starvsfólk og maskinur hinar tíðirnar av árinum til aðrar uppgávur. Harvið eru størstu sannlíkindi fyri, at uppgávan gerst bíligari. 

Eitt yvirlit yvir útreiðslurnar av vetrarhaldinum vísir, at tær sveiggja nógv frá ári til árs. Í 2005 vóru útreiðslurnar av vetrarhaldinum slakar 7,0 mió. krónur, meðan tað í 2015 var heilt uppi á 11,6 mió. krónur. Hini árini frá 2006 til 2014 vóru útreiðslurnar ávikavist 6,9 - 7,5 - 8,7 - 10,4 - 11,1 - 8,5 - 9,7 - 9,0 og 7,2 mió. krónur. 

Stjórin á Landsverki hevur gjørt greitt, at stovnurin hevur ein bráðfengis tørv á 3,5 mio. kr. fyri yvirhøvur at megna at røkja kavaruddingina komandi vetur. 

Í júst útgivnu ársfrágreiðingini hjá Landsverki, vísir stovnurin á, at gjógvin millum prístal og játtan veksur alsamt, tí seinastu 11 árini eru útreiðslurnar av prísvøkstri í sambandi við viðlíkahald av infrakervinum hækkaðar við sløkum 8 mió. krónum, meðan játtanin er lækkað við 10 mió. krónum. Sostatt er gloppið, bara fyri at halda stand í sambandi við prísvøkstur, vaksið við umleið 18 mió. krónum. 

Um privata vinnan heldur seg kunna nýta játtanina skynsamari enn Landsverk, so er vinnan sjálvandi vælkomin at bjóða seg fram. Verður harafturímóti talan um eina uppgávu, sum landið skal rinda meira fyri, ja, so snýr málið seg um nakað heilt annað. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder