FSF.fo skrivar: Føroyska U21-landsliðið tapti týskvøldið 3-0 fyri Finnlandi. Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, og tá bleiv dysturin eisini avgjørdur.
Týskvøldið spældi føroyska U21-landsliðið næsta dystin í undankappingini til EM 2017. Mótstøðuliðið hesaferð var Finnland, og úrslitið gjørdist ein greiður 3-0 sigur til heimaliðið á ISS-leikvøllinum í Vaantaa í Finnlandi.
Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, og fyrstu trý korterini sótu finnar á øllum spælinum.
Finnland komu á odda við brotssparki i 24. minutti, og tá hálvur tími var spældur økti Simon Skrabb til 2-0. Fimm minuttir fyri steðgin gjørdist støðan 3-0, tá Moshtagh Yaghoubi gjørdi sítt annað mál í dystinum.
Í hálvleikinum varð tosað við stórum stavum í føroyska umklæðingarrúminum, og tað hjálpti. Føroyska spælið bætnaði munandi, og verjan fekk betri tamarhald á skjótu finsku framherjunum.
- Tað riggaði ikki hjá okkum í 1. hálvleiki. Vit løgdu stóran dent á at verja fyri deyðbóltum, og tað gekk væl. Men tá vit gjørdu mistøk, so sektaðu teir okkum beinanvegin. Hetta var eitt sindur betri mótstøða, enn vit eru vanir við í EFFO-deildini, segði liðskiparin, Haraldur R. Højgaard við Rás2 eftir dystin.
Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum er á heimavølli týsdagin 13. oktober, tá Týskland vitjar á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald