Ítróttur

Video: Jóhan Eli gongur við lív og sál uppí kappróður

...

2016-07-30 12:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undir kappróðrinum hósdagin, tóku vit hesa upptøkuna av spenta sandvíksinginum Jóhan Eli L. Poulsen. 

Eftir at Firvaldur hevði vunnið ólavsøkuróðurin og FM-heitið við fullum stigatalið t.v.s. vunnið allar róðrarnar í summar, yrkti Jóhan Eli sang til manningina á Firvaldi, sum sæst niðanfyri. 

Sigurskvæðið til gentumanningina á Firvaldi

Lag:Tvørasangurin 

Firvaldur aftur fremstur varð á mál, 
Tí gleðir seg hvør suðuroyar sál, 
Tí bestur Firvaldur av øllum er, 
Tykkar úrslit boð um hetta ber. 

Í árarnar tit gentur spenna hart, 
Nei upp á krútið verður ikki spart, 
Tit renna øllum hinum bátum frá, 
Slíka stórbæra sjón ei eg sá. 

Nú róðurs kvinnan díkir tykkum á, 
So Firvaldur kann renna øllum frá, 
skjótt heila bátslongd fremstur aftur er, 
nú hann rennur mót málinum við ferð. 

Nú føroyameistari Firvaldur er, 
Á suðringum stór tí frøðin er, 
Nei ongin bátur róði líka væl, 
Tí til lukku hart ljóða nú skal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder