Vinna

Viðareiðistunnil næstan eitt ár fyrr enn tíðarætlan

...

2016-09-01 09:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FARLEIÐ: Stív tvey ár eftir at spakin varð settur í, letur Viðareiðistunnilin upp, og koyrandi verður millum Hvannasund og Viðareiði eftir nýggjari farleið. Hetta verður hátíðarhildið í morgin fríggjadagin, tá farleiðin samstundis verður tikin alment í nýtslu. 


So upprennur stóri dagurin í morgin, tá viðingar og onnur kunnu hátíðarhalda, at tað nú verður koyrandi eftir nýggjari og tryggari farleið til og av Viðareiði. 

- Á Landsverki fegnast vit sjálvandi um, at hóast stórar avbjóðingar við at fáa játtanina at røkka til, so hevur verið arbeitt bæði skjótt og effektivt. Játtanin var væl undir lægsta boð, og tí hava vit verið noydd at finna allar hugsandi sparingar, so tað kortini skuldi bera til at gjøgnumføra verkætlanina, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki 

Upprunaliga tíðarætlanin fyri verkætlanina var, at tunnilin skuldi verða liðugur móti sumri næsta ár. Hetta merkir, at farleiðin er liðug eitt lítið ár undan tíðarætlanini. 

Tað var tann 23. juni 2014, at táverandi landsstýrismaður á økinum, Jørgen Niclasen, setti spakan í fyri tunlinum, og 15. juli í fjør lat Elinborg Thomasen seinasta skotið av, og opið var millum Hvannasund og Dalar nærhendis Viðareiði. 

Umframt avbjóðingina at halda kostnaðarætlanina, vóru ávísir byrjanartrupulleikar. Millum annað við leysum tilfari, har neyðugt var at flyta tunnilsmunnan hvannasundsmegin umleið 30 metrar, og at leingja betongportalin viðareiðismegin. 

Í lýsingini av verkætlanini stendur soleiðis: ???Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Neyðugt er at dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis???. 

Nýggjasti ferðslutunnilin í Føroyum er 1.939 metrar langur, og tilkoyringarvegirnir eru tilsamans umleið 3.700 metrar. Sostatt er talan um slakar seks kilometrar av asfalteraðari koyribreyt. Játtanin til verkætlanina er 162 mió. krónur. 

Sí skránna fyri hátíðarhaldið á hesi leinkju: 
http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=15561 

Væntandi verða nógv fólk í sambandi við hátíðarhaldið og hartil nógv ferðsla ígjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Tey, sum ikki eru so von at koyra í gomlu, einbreytaðu tunlunum, kunnu hyggja við her niðanfyri eftir eini vegleiðing, sum Landsverk hevur gjørt um koyring í Føroyum. 

Filmurin varð gjørdur til ferðafólk, men vísir tó á fleiri serlig viðurskiftir, sum eisini eru hent at vita og hugsa um hjá føroyingum. Harafturat er ein ferðslustýringarskipan nú knýtt at hesum tunlunum, sum stýrir tungu ferðsluni ígjøgnum tunlarnar. Vert er at leggja til merkis, at skipanin bert er galdandi fyri størri akfør, so sum lastbilar, bussar, húsvognar og onnur størri akfør. 

Ferðslufilmurin sæst her

Fakta
Arbeiðsánari: Fíggjarmálaráðið 
Byggiharri: Landsverk 
Byggiharraráðgevi: LBF 
Tekniskur ráðgevi: LBF 
Fakeftirlit tunnil: Spenn 
Fakeftirlit vegir: LBF 
Arbeiðstakari: Samtakið Articon / LNS 

Kelda: LV.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder