Mentan

Viðareiði leygardagin: Málningur eftir Arnold Vegghamar á uppboðssølu

...

2015-05-19 20:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er ikki á hvørjum degi, at til ber at keypa ein málning eftir kenda listamálaran á Viðareiði, Arnold Vegghamar á eini uppboðssølu.

Hetta høvið býðst kortini leygardagin, tá skipað verður fyri einum stórum marknaðardegi í skúlanum á Viðareiði.

Her eru tað 6. og 7. flokkarnir sum skipa fyri tiltakinum, nú tey savna pening inn fyri eini ferð til Íslands komandi vár

CAF?? OG LOPPUR
Hesar seinastu vikurnar hava børnini, saman við foreldrum og lærarum teirra, lagt ein spennandi dag til rættis, sum vendir sær bæði til børn og vaksin.

Á skránni henda dagin er mangt og hvat:
- Fiskibrunnur,

- biografur

- loppumarknaður,

- café har keypast kunnu bollar, salat, vaflur og pizza-sniglar,

- søla av lutaseðlum við framúr góðum vinningum,

- tombola

- og altso henda uppboðssølan av einum málningi.

Tað hevur eydnast fyriskiparunum at fáa fatur á einum málningi eftir Arnold Vegghamar, sum á henda hátt vil stuðla ferðini hjá bygdarbørnum sínum.

Sølan av málninginum verður skipað sum ein sonevnd ???meksikansk uppboðssøla???, har tann ið kemur við einum boði, bert skal gjalda munin í krónum millum sítt boð og tað boðið, ið varð givið frammanundan.
Hetta merkir so aftur, at tann hepni keyparin í roynd og veru kann sleppa við at gjalda nakrar fáar hundrað krónur fyri ein málning, sum annars kann fara fyri fleiri túsund krónur!

Tiltakið í Viðareiðis skúla byrjar leygarmorgunin klokkan 11, og byrjar uppboðssølan av málninginum hjá Arnoldi Vegghamar klokkan 14:30.
Marknaðardagurin endar umleið klokkan 16.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder