Í grein á svensku tíðindaheimasíðuni www.entreprenor.se er áhugaverd samrøða við ungu vísindakvinnuna úr Lofoten, Mariu Strømme, har hon tosar um slóðbrótandi møguleikar av evarska lítlum partikli. Maria Strømme verður ein av fyrilestrahaldarunum á Vinnudegnum 2016.
Maria Strømme, professari í nanotøkni á universitetinum í Uppsala, sigur í greinini, at stór framstig verða gjørd innan granskingina. Nanotøkni fevnir breitt og kann m.a. gera okkum minni tengd at olju og koli. Harumframt kann nanoteknologi eisini nýtast innan heilsu og heiluvág ??? eitt nú til viðgerð móti krabbameini.
- Tað er sera umráðandi at brúka nanotøkni í sambandi við burðardygga orku, tí nanotøkni kann ávirka grundleggjandi veitingar, so sum mat- og vatnveiting og eisini heilivág, sigur Maria Strømme.
- Eitt annað dømi er burðardygg battarí. Tað er gjørligt at brúka cellulose og restir frá majs framleiðslu til at gera battarí betri enn tey, sum brúkt verða í dag. Slíkar broytingar bera við sær, at tað verður gjørligt at tengja nýggja vitan saman við verandi vitan og skapa nýggjar møguleikar, sigur Maria Strømme.
Bæði vinnuligt virksemi og gerandisdagurin kunnu broytast munandi, um vit seta í verk teir møguleikar, sum gransking innan nanotøkni bjóðar.
Hetta er sumt av tí, sum Maria Strømme kemur at greiða frá á ársins Vinnudegi 2016, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september.
Les alla greinina her:(http://www.entreprenor.se/nyheter/enorm-affarsmojlighet-i-pytteliten-partikel_640876.html )
Meira um Mariu Strømme
Maria Strømme er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hon hevur lisið fysik í USA og Pólandi og hevur eisini eina doktaragrad í faststoffysik. Síðani 2004 hevur hon verið professari í nanotøkni á universitetinum í Uppsala. Í 2012 fekk hon heiðurin ???Royal Engineering Sciences Gold Medal???, fyri ta arbeiðið, hon hevur gjørt innan fysik og medicin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald