Trivnaður snýr seg um at lívga um alt tað, sum myndar gerandisdag okkara og tað, sum ger kommununa serliga ??? og tað nýtist ikki at kosta nógvar pengar. Á Trivnaðarlistanum hava vit sett greið og realistisk mál fyri komandi valskeið, soleiðis at tú veitst akkurát hvat tú fært, um tú velur Trivnaðarlistan.
Í einum valdysti er skjótt at lova kommununa skuldabundna í fleiri ættarlið. Tað ljóðar sum, at allir trupulleikar og allar avbjóðingar, sum kommunan stendur yvirfyri, kunnu verða loyst í eini handavending.
Soleiðis er veruleikin sjálvandi ikki, og at verður útlagt soleiðis er í grundini sera harmiligt, tí at avleiðingin av hesum er, at veljarin kennir seg sviknan, tá ið vallyftini vísa seg at vera ómøgulig at innfría.
Tí stremba vit á Trivnaðarlistanum eftir ikki at lova gull og grønar skógir, men seta realistisk og ítøkilig mál, sum vit vita fara at gera mun í gerandisdegnum hjá borgaranum, og sum vit eru vís í kunnu fremjast í komandi valskeiðið.
Tú veitst við øðrum orðum júst hvat tú fært, um tú velur Trivnaðarlistan.
Høvuðsmálið hjá okkum er trivnaðurin í kommununi, ið er lykilin til vøkstur og vælferð.
Nøkur av málunum, ið vit fara at arbeiða við í komandi valskeiðið, eru:
§ Bøttar umstøður hjá barnafamiljum í kommununi
§ Tryggja, at grundstykki altíð eru tøk ??? og hyggja at øðrum bústaðarloysnum
§ Raðfesta umhvørvi og reinføri í kommununi ??? Vága kommuna skal vera millum reinastu og vakrastu kommunur í Føroyum!
§ Skapar bestu karmar fyri vinnu og íverksetan í kommununi
§ Brúka fíggjarligt vit og skil ??? skuldin og skatturin skulu niður, og tí mugu vit rationalisera og halda aftur við útreiðsluvøkstri
Valskráin hjá okkum í fullum líki kann heintast niður her (leinkja til valskrá: http://jn.fo/valskra+hja+trivnadarlistanum+til+kommunuvalid+2016.html).
Fylg okkum annars á Facebook, har vit leypandi leggja kunning út.
Set x við lista B ??? vit lova ikki, vit levera!
Trivnaðarlistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald