Mentan

Við Tórði á túri á Víkum

...

2015-09-29 18:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum

Í góð 80 ár búleikaðust fólk á Víkum, sum er ein ógviliga fjarskotin og avbyrgd bygd í Vágum. Tá tey vóru flest, búðu 16 fólk har. Fyri umleið hundrað árum síðani fluttu tey seinastu burtur og bygdin varð avtoftað.

Framvegis eru hús og onnur minnir um búsetingina á Víkum, og í sendingini í dag eru vit "Við Tórði á túri" saman við monnum úr Bø og Sørvági á Víkum eftir 11 veðrum, ið hava gingið á fitilendi har í alt summar. Ferðalagið gistir eina nátt í væl hildna húsinum, sum hagin á Víkum eigur.

Í sendingini greiða Gutti Guttesen og Høgni Nielsen frá bygdini á Víkum, og við á túrinum eru eisini Hallur Petersen og Arnjohn Hvítlklett.

Hoyr HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder