Hetta bræv er til Henrik Old landsstýrismann í samferðslumálum, til Strandferðsluna og til Tórshavnar kommunu, um samferðsluleiðina millum Tórshavn og Nólsoy.
Tað sær ikki út til, at tað loysir seg, at skriva til landsstýrismannin gjøgnum vanligu almennu skipanina, tí tað havi eg roynt, men havi tíverri einki svar fingið. Heldur ikki frá Løgmansskrivstovuni um sama mál, tá undirritaða fyri mánaða síðani gjørdi vart við, at ST sáttmálin fyri fólk, sum bera brek verður brotin.
Ein kann spyrja, um landsstýrismaðurin hevur í hyggju, at gera tað trupult hjá fólki at búleikast í Nólsoy, tá hann í fyrstu syftu, við einum pennastroki tók Nólsoyarferjuna av politisku dagsskránni, og síðani hevur ignorerað allar áheitanir um óhóskandi ferðasamband um Nólsoyarfjørð.
Tað var ikki so, at Nólsoyarferjan bleiv flutt ella útsett, nei hon varð strikað. Ein so ógvuslig gerð, átti um ikki annað verið send fólkinum til hoyringar, teimum, sum dagliga hava tørv á einum hóskandi ferðasambandið millum Nólsoy og Tórshavn.
Tað ferðast daliga uml. 60 fólk úr Nólsoy til arbeiðis í Tórshavn og aðra staðni í landinum. Fyrr í ár vóru trupulleikar við Teistanum, og tað tók ikki nógvar minuttir, at avgera, at so mátti Ternan takast úr síni vanligu rutu og sendast at røkja siglingina uppá Sandoynna. Alt í lagi við tí, men í staðin fyri, at fáa báðar leiðirnar at koyra á besta hátt, so avhøvdar landsstýrismaðurin enn einaferð Nólsoynna og setti ein skjóttgangandi bát, Sildberan inn á leiðina.
Sildberin er ein fínur bátur, og skúvingar høvdu tørv á hesum bátinum, men máttu lata hann til Nólsoyar í fleiri vikur. Sildberin er ikki nóg stórur til at røkja siglingina til Nólsoyar. Tað kom meira enn so fyri, at fólk máttu venda aftur til hús, og sloppu ikki til arbeiðis til tíðina, tí báturin var fullur. Stóran part av sumrinum stóðu fólk eftir á keiini í Nólsoy og sloppu ikki inn til Havnar, tí fult var.
Fólk við rørslutarni sluppu ikki til Nólsoyar í konfirmatión og allur vanligur flutningur var tarnaður, tí farmatúrar bert eru tvær ferðir um vikuna. Tað er eitt ávíst vinnuvirksemi í Nólsoy, handil og kunningarstova og skeinkistað, umframt hetta, so hava fólk vanligt byggivirksemi og annað arbeiði, sum krevur at bilur verður brúktur. Hetta var alt tarnað og gjørt so trupult, at fólk vóru um at missa mótið.
Nú er Ternan farin á beding, og tað skal jú til viðhvørt. Og nú endurtekur sama søgan seg aftur. Enn einaferð fáa Nólsoyingar eina skerda ferðaætlan og Jósup røkir leiðina. Jósup er ein fínur bátur, men hann nøktar ikki tann tørv, sum er á farleiðini millum Nólsoynna og Havnina. Enn einaferð eru fólk við rørslutarni sett til viks og enn einaferð mugu vinnurekandi, standa við sviðið soð. Barnadópar og ymiskt virksemi, sum húsabygging og annað arbeiði verður tarnað og eingin veit hvussu leingi.
Tað var lýst, hóast illa lýst á heimasíðuni hjá SSL, at arbeiðið uppá Ternuna fór at taka eina viku. Nú tvær vikur seinni, er torført at vita, hvat veruliga støðan er.
Undirritaða frætti í gjár, at nólsoyingar aftur nú kunnu rokna við, at tað fer at taka longri tíð enn ætlað áðrenn Ternan kemur av beding og kanska fleiri vikur aftrat. Heystið er komið og vindur og landsynnigur er ein avbjóðing fyri mong, sum ikki tora so væl at sigla.
Undirritaða vil fegin vita, um landsstýrismaðurin hevur eina frágreiðing til nólsoyingar um støðuna á farðleið 90.
· Hvussu leingi ætlar landsstýrismaðurin at lata støðuna vera sum hon er?
· Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at finna eina varandi loysn til nólsoyarleiðina?
· Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til, at finna eina ferju sum bæði nøktar atkomu og flutning hjá fólki og ferðslu?
· Hví hevur landsstýrismaðurin ikki víst seg á keiini tá flest ferðafólk sigla, so hann sær við egnum eygum, at hetta gongur ikki?
Henrik Old segði við undirritaðu, at um Sildberin ikki var nóg gott skip at nøkta tørvin á nólsoyarleiðini, so var logið fyri sær. Ja, Harra landsstýrismaður, uttan iva er logið fyri tær og tað bæði leingi og væl.
Tað eru kanska ikki nógvar atkvøður í Nólsoy, men nólsoyingar vilja nú einaferð sleppa at liva í Nólsoy og nólsoyingar vilja hava eina burðardygga og góða farleið, so vit kunnu røkja okkara arbeiði og onnur áhugamál í frið og náðum.
Maud Wang Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald