Politikkur

Við stórum frælsi fylgir stór ábyrgd

...

2015-08-28 22:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Eirindaleysa indivdiualisman hjá liberalistiska vonginum má ikki sleppa at vinna á sosiala medviti Føroyinga!

Vit sum lesa tekniseriur, ella dáma superhetju filmar, kenna ivaleyst orðatakið: ???With great power comes great responsibility!???

Hetta sama má eisini vera galdandi um persónligt frælsi. Jú meiri frælsi tú ynskir/hevur, tess meiri ábyrgt tekur tú!

Hví skal alkohol út í handlarnar? Havi spurt fleiri hendan spurningin, men higartil havi eg ikki fingið nóktandi svar. Vanliga og mest populistiska svarið er okkurt møsn um persónligt fræsli og at vera tíðarhóskandi.

Eitt annað eg hoyri er, júmen um eg fái óvæntaðar gestir okkurt kvøldið og vil hava okkurt afturvið matinum, so kann eg ikki bara leypa út at keypa eina fløsku av víni ella øl!

Heilt erlit, so má eg siga, at tað er tokutala og nakað tvætl!

Bara í Havn eru 4 sølustøð, ið samanlagt hava opið fleiri enn 100 tímar 6 av 7 døgum um vikuna! Um tú sostatt ikki megnar at leggja tað soleiðis til rættis, at tú klára at keypa tað tú skalt, tá er tað nokk tú sum hevur ein trupulleika!

Tað má heldur vera talan um vánaliga planlegging, manglandi afturhald og sjálvsøkni enn persónligt fræsli og eitt tíðarhóskandi samfelag!

Grannar okkara hava somu skipan sum vit. Gamaní er okkara eitt vet strangari, men hon riggar, tí vit drekka eisini færri litrar av alkoholi enn grannar okkara.

Men tápuliga kravið um avlop gevur als ikki meining! Endamálsorðingin sigur, at einkasøla skal tálma nýtsluni av alkoholi.

Eg haldi, at kravið um yvirskot skal antin strikast ella skal tað oyramerkjast til fyribyrging og stuðul til teirra, ið hava stríð av alkoholi so ella so. Annars gevur tað ikki meining!

Alkohol spurningurin snýr seg altso ikki um alkohol, so ikki ger tað til tað!

Hetta snýr seg um menniskju, heilsu og rættin hjá teimum, ið stíðast við ella í móti alkoholi at sleppa undan at stríðast ella verða konfronteraði við hetta, tá tey skulu keypa mjólk, breyð og so framvegis til síni børn og familju!

Fyrr hoyrdi eg altíð hesar liberalistarnar siga, júmen so leingi tað ikki gongur útyvir nakran annan so má tað vera í ordan. Tað er heilt vist, at hetta gongur útyvir onkran annan, um vit lata alkoholi fara út í handlarnar. Tað eru børn og familjur sum líða undir hesum!

Tað ber ikki til at brúka vánaliga planlegging, manglandi afturhald og manglandi atlit til tey, sum kanska eru kroyst av alkoholi sum argument fyri at liberalisera søluna av alkoholi.

Veruligt fræsli er ein viðurkenning av tí sum er átroðkandi neyðugt!

Valevni fyri Miðflokkin

Rani Andrasson Skaalum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder