Politikkur

Við makreli størri vælferð og sjálvbjargni

...

2015-08-30 23:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú føroyska makrelkvotan er fleirfaldað í stødd og virði, er føroyski útflutningurin skjótt eina milliard krónur størri um árið. Hóast hetta mugu vit ásanna, at føroyski útflutningurin av hálvvirkaðum fiskavørum minnir ikki sørt um útflutningin hjá einum menningarlandi.

Tí má næsta takið verða at fáa burtur ovurstóru tollforðingarnar á góðskaðum makreli á stóru útlendsku marknaðunum.

Eydnast tað í samráðingum við ES at fáa burtur høga tollmúrin á góðskaðum makreli og øðrum fiskavørum, flyta Føroyar seg úr einari støðu sum rávøruútflytari, yvir í eina støðu sum útflytari av lidnum vørum. Tá fer okkara útflutningur at minna meira um útflutningin hjá einum framkomnum ídnaðarlandi.

Tað fer at hava við sær hundraðtals nýggj arbeiðspláss her á landi. Bróðurparturin verður innanfyri tøkniliga menning og viðlíkahald, vørumenning og marknaðarføring eins og strategiska ráðlegging hjá føroyskum fyritøkum, sum fara at standa fyri hesum nýggju framleiðslum.

Sostatt fara vit í nógv størri mun at síggja fólk við akademiskum og tøkniligum útbúgvingum í føroysku fiskivinnuni. Hetta verður ein jalig gongd fyri tey nýggju ættarliðini av vælútbúnum føroyingum, ið leita sær heimaftur úr útlondum. Hesir føroyingar hava higartil einans havt almennu fyrisitingina at dúva uppá.

Í slíkari gongd fer føroyski útflutningurin at fleirfaldast í virði, eins og føroyska bruttotjóðarúrtøkan fer at vaksa í ovurstórum lopum. Hetta fer at síggjast aftur í munandi størri skattainntøkum hjá landi og kommunum.

Við hesi gongd fara Føroyar at gera risalop í størri vælferð og sjálvbjargni.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg

Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder