Vinna

Við lóg skal land og rættartrygd byggjast

...

2016-08-16 19:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??? holl vitan, handalag og kunngerðir eru týðandi amboð

Løgtingið samtykti í 1994, at ávís feløg skuldu hava einkarætt til føroysk fiskirættindini ??? hesi rættindi standa við sum konsessiónir til ársenda 2017. Í hesi rættindaskipan hevur lands­stýris­maðurin stórt sæð onga ávirkan á býtið av rættindum.

Landsstýrismaðurin kann tó í avmarkaðan mun flyta rættindi, tá ið tað líður ímóti endanum av fiski­ár­in­um, eins og hann í avmarkaðan mun kann flyta rættindi, ið ikki verða nýtt. Har umframt hevur hann ávísar fyrisitingarheimildir, tá ið talan er um nýggj rættindi.

Eingin kann vera ósamdur við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, at tað snýr seg um at fiska burð­ardygt og at leggja seg eftir at fáa samsvar millum tilfeingi og veiðiorku. Eg havi ikki havt umstøður at gera mær nakra hugsan um, hvørt endamálið verður rokkið við lógaruppskotinum.

Kortini var tað ymiskt í áhugaverda orðaskiftinum um fiskidagarnar, sum fyrikom løgið og elvdi til undran.

1) Endamálið er fyrst og fremst at verja toska- og hýsustovnin. Bólkur 2 fiskar ávikavist 17 og 11 % av tí, ið fiskað verður av hesum stovnum. Um bólkur 2 fær sama dagatal sum í verandi fiski­­ári, meðan allir hinir bólkarnir fáa ein niðurskurð ...

a) so kann bólkur 2 fiska meira enn framman­undan av nevndu stovnum

b) so verður lutfallið av toska- og hýsudøgum forskotið til frama fyri bólk 2 og

c) so veksur trýstið helst á toska-stovnarnar (frá línu til trol).

Hví skal dagatalið hjá bólki 2 ikki skerjast?

Tingsins viðmerkingar í 1996 viðvíkj­andi býtinum millum bólkar talar fyri, at bólkarnir 3-5 kunnu fáa viðhald í einum rættarmáli, har stevnt verður fyri niðurskurð, ið stríðir ímóti rættinda­skipanini, sum hevur gildi til 2018, uttan at tað eru onnur atlit, ið tala fyri, at bólkarnir 3-5 skulu fáa færri dagar, men ikki bólkur 2

2) Verður buffaraskipanin samtykt, so talar alt ??? lógin, lógarsøgan og dómsfordømi ??? fyri, at teir eigarar, ið fáa størri niðurskurð enn tann eigarin, sum fær minsta niðurskurðin (ella størsta vøksturin) í fiskidagatalinum, í einum rættarúrskurði kunnu fáa endurgjald grundað á ólógliga diskriminatión (hóast diskriminatiónin er samtykt við lóg!)

3) Onkur tingmaður hevði nevnt, at M?? hevði gjørt vart við, at ein lógarfest buffaraskipan er ó­neyð­­ug, tí grein 17 í lógini um vinnuligan fiskiskap gevur landsstýrismanninum heimild at røkka sama enda­máli. Almenna støðan hjá Fiskimálaráðnum er, at M?? hevur ikki grein í sínum máli, men sum skilst eru ymiskar meiningar í ráðnum um spurningin.

Tað, sum undraði meg, var viðmerkingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hann helt, at sjálvt um heimildin var har, so helt hann ikki ella so dámdi honum ikki (eg minnist ikki orðingina), at ein landsstýrismaður í kunngerð skuldi gera av, hvør skal hava (aftur ímóti hevði buffaraskipanin greið og objektiv kriteria, vísti hann á).

Uttan mun til, hvør niðurstøðan viðvíkjandi § 17 er, so kann hetta viðmerkjast viðvíkjandi hes­um at regulera í kunngerð:

At áseta eitthvørt í kunngerð hevur ikki við sær, at landsstýrismaðurin ger eftir vild og at áset­­ingarnar ikki skulu ella kunnu vera greiðar og objektivar. Landsstýrismaðurin er bundin av endamálinum, inni­haldinum og gjørðini í lógargreinini, sum gevur honum heimildina, og av øðrum viðkomandi áseting­um eins og endamálinum við lógini sum heild.

Tí er tað misfatað av landsstýrismanninum, at tað partú er rættast at gera ásetingar í lóg held­­ur enn kunngerð. Hevur tingið samtykt at geva fyrisitingarmyndugleikanun heim­ild at regulera viðurskifti í kunngerð, so er tað soleiðis, tað skal gerast. Hvønn mánað verður eitt ótal av kunngerðum kunngjørdar av aðalráðunum og landsstovnum.

Tað, sum verri er, tað er hetta, at tingið við lóg ætlar at gera seg inn á ??? og eftir øllum at døma heldur seg kunna gera seg inn á ??? rættindi, sum tingið í lóg hevur tryggjað ávísum aktør­um fram til midnátt 31. des. 2017.

Orðaskiftið bendir á, at tingið stendur alt ov veikt, tá ið tað kemur til fakliga ráðgeving. Og at fyrisitingin ??? og harvið landsstýrismaðurin ??? kemur at framstanda sum tann vitandi parturin, men uttan at fáa kvalifiserað mótspæl. Stutt sagt: Tað er ójavni í styrkilutfallinum millum lóggevandi og útinnandi valdið.

Tað er at vóna, at landsstýrismaðurin summar seg, og at tingfólk kunna seg til fulnar, áðrenn tey trýsta á grøna knøttin.

??lavur Waag Høgnesen

Samfelagsfrøðingur, løgfrøðingur BA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder