Vinna

Við kós móti Svaldbard

...

2015-12-15 01:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska Sjómansmissiónin: Leygardagin 12. desembur, loysti trolarin Tasermiut frá landi í Hafnafjørðinum í Íslandi.

Kósin var sett móti Svaldbard, har teir skulu fiska rækjur.
Tað er Royal Greenland Pelgic sum eigur trolarin. Tasermiut fiskar rækjur, svartkalva, tosk, makrel og sild við Eysturgrønland og rækjur við Svaldbard.

Við Tasermiut eru 16 mans, sum koma frá Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Skipari henda túrin er Jónfríður Poulsen.
Yvirmennirnir eru millum 45-60 dagar umborð.
Hinir av manningini eru ofta longri umborð.

Jónfríður sigur, at árið er brúkuligt, hóast nøgdin av makreli og sild ikki bleiv tað menn høvdu vónað.

Fríggjakvøldið vitjaði sjómanstrúboðarin umborð. Tá var eisini tíð til eitt bíbliuorð og bøn.

Sjómansmissiónin ynskir teimum Guds signing.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder