JN

Við hjálp frá góðum fólki og Dagur og Vika

...

2015-04-13 21:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sendingin í Kringvarpinum hóskvøldið og Dagur og Vika fríggjakvøldið í farnu viku geva fólki skeiva fatan av lønarlagnum innan handilsøkið.

Uttan at taka støðu til innihaldið í sendingini "Við hjálp frá góðum fólki" annars, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesar viðmerkingar til sendingina og til Dag og Viku fríggjakvøldið í farnu viku.

Sendingin hóskvøldið, gav ta fatan, at tá arbeitt verður fulla tíð, og ein hevur fleiri ára starvsaldur innan handilsyrkið, er mánaðarliga lønin millum 14.000 og 18.000 kr um mánaðin.

Hetta er ikki rætt.

Í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K er ásetta lønin fyri ófaklærd fyrsta árið 18.314 krónur um mánaðin umframt 13,11 % í eftirlønargjaldi. Lønin hækkar síðan hvørt ár. Fyri faklærd er lønin 20.782 umframt 13,11 % í eftirløn, og eisini hendan hækkar hvørt ár. Hetta er fyri fulla tíð, sum er 40 tímar um vikuna umframt matarsteðgir.

Harafturat eru flest øll starvsfólk innan handilsvinnuna fevnd av starvsmannalógini. Tað merkir, at tey fáa løn undir sjúku, og at uppsagnartíðin longu eftir 6 mánaðir í starvi er 3 mánaðir. Hetta er munandi betri treytir enn hjá nógvum øðrum, sum arbeiða innan privatu vinnuna í Føroyum.

Bæði sáttmáli, lønartalva og onnur viðurskifti viðvíkjandi setan hjá fólki innan handilsøkið liggja alment tøk á heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag www.industry.fo . Tí undrar tað ikki sørt, at Kringvarp Føroya í Degi og Viku fríggjakvøldið, uttan yvirhøvur at hava fakta uppá pláss, var so ágangandi móti formanninum í S & K. Hóast formaðurin í S & K royndi at síggja trupulleikan í einum størri perspektivi, helt verturin ikki uppat við at trútta um vánaligan sáttmála og verkfall.

Tað er alla æru vert, at Kringvarpið ger dokumentarsendingar um føroysk viðurskifti, men tað faktuella eigur at vera uppá pláss. At skeiv fakta verða endurtikin og víðariførd í kjakinum eftir Dag og Viku ger bara støðuna verri, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur hetta vera átalu vert. Almenningurin eigur og skal kunna ganga út frá, at tíðindafólkini seta seg inn í tey viðurskifti, sum sendingin viðger, tað skrivar vinnuhusid.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder