07Vestur.fo skrivar: 07 Vestur tóku øll á bólið við at spæla seg í finaluna í VFF-Cup í dag, móti B36. Einki mál kom í vanligari leiktíð og finalan bleiv sostatt avgjørd uppá brotsparkskapping, sum vit taptu 4-3. Flottir sigrar á KÍ og HB løgdu lunnar undir 1. plássi í bólkaspælinum.
Vit vunnu fyrstu tvey umførini, ávíkavist 2-0 á KÍ og 1-0 á HB, har Trygvi og Albert stillaðu við sterkari uppstilling báðar dystirnar. Tveir teir seinnu dystirnar fingu nógvir leikarar spælitíð, ið ikki munnu væntast at teljast ímillum fyrstu 11. Tó nógv enn kann broytast. Jovan, sum er venjari á 2. liðið, tók eisini yvir tá. Vit fingu tó javnleik móti suðuroyingum, og tryggjaðu okkum finalupláss.
Í finaluni blandaðu venjararnir kortini aftur, men vit megnaðu ikki at skora áðrenn vanliga leiktíðin var farin. Tað kláraðu B36 heldur ikki, og so bleiv brotsparkskapping. Sigtór, Tór-Ingar og Sølvi skoraðu síni brotspørk, men Gunleif og síðani Janus brendu, meðan B36 bert brendu sítt fyrsta.
Okkara leikarar fara sostatt til hús við silvurmerkjunum, sum sjálvsagt er skuffandi, tá vit vóru so nær at vinna alt. Avrikini vóru hóast hetta, til tíðir, rættiliga sannførandi, og vit kunnu avgjørt taka okkurt jaligt við okkum til kappingina, sum byrjara hálvan mars.
Dystirnir
Fyrsti dysturin varð móti KÍ og vit vunnu 2-0. Dysturin var rættiliga javnur, men vit skoraðu tvey mál seinastu 10 minuttirnar. Janus skoraði bæði.
Liðið:Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Jákup S. Olsen, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson, Holgar Durhuus; Janus S. Samuelsen; Søren B. Nielsen.
Annar dysturin varð móti HB og vit vunnu 1-0. Mesta partin av dystinum høvdu HB bóltin mest, men bert eitt mál kom, og tað var eftir vit kontraðu, og Holgar bleiv feldur í brotsteiginum. Ken tók og skoraði sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur.
Liðið:Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Petur G. Dalbø; Jákup S. Olsen, Martin Tausen, Janus S. Samuelsen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald