Vestmanna Kommuna hevur gjørt avtalu við hagapartarnar Fjallið og Heygahaga Fremru Helvt um friðing av parti av teirra vetrarbiti.
Tá seyðurin fer av bønum í ár, tvs. uml. 15. mai, fer Vestmanna Kommuna undir at vetrarfriða.
Í ár verður byrjað at hegna sambært avtaluni við Fjallshaga, Áðrenn hegnað verður, verður fyribils hegnlinja avsett. Síðani verður á staðnum avgjørt saman við lendiseigarunum, um linjan er í lagi ella skal flytast nakað. Eisini verður avgjørt, hvar smogur ella uppumgongdir verða í hegninum.
Møguliga verður eisini hegnað Inni á Fjørð í ár, men hetta er tengt at, hvussu fíggjarliga støðan verður, og eisini má avtala fáast við Landsverk um, hvussu farið verður tvørtur um landsvegirnar.
Enn manglar avtala at fáast í lag við Neshaga, men vónandi fæst henda í lag um ikki alt ov langa tíð.
Vetrarfriðað øki Heygahagi Fremra Helvt
Kelda: Vestmanna kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald