Politikkur

Vetrarfriðing í Vága kommunu

...

2016-10-31 16:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Býráðið hevur í eina tíð arbeitt við ætlanini um at Vetrarfriða í Vága kommunu.

Uppskot er gjørt um at seta hegn upp so nær húsunum, sum gjørligt.

Ein fyribils kostnaðarmeting sigur, at hegn, pelar, rulluportur, portur og arbeiðsløn v.m. kosta góðar 5 milliónir. Afturat hesum kemur so møguligt gjald fyri mist vetrarbit. Hvat hetta gjaldið verður, er ein samráðingarspurningur millum hagapartarnar, Búnaðarstovuna og kommununa.

Býráðið hevur samtykt at byrja við at vetrarfriða Vatnsoyrar. Innleiðandi samráðingar hava verið við umboð fyri hagapartin, sum eigur vetrarbitið í bygdini.

Býráðið hevur eisini samtykt at fyrireika almennan kunnandi fund um vetrarfriðing, har serkøn fólk greiða frá fyrimunum og vansum - tað skrivar kommunan í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder