Vinna

Vetrardekk nú ??? betri fyrivarin

...

2016-10-17 14:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vetrardekk nú ??? betri fyrivarin ???

Myrk kvøld, náttarfrost og kaldir morgnar. Veturin nærkast, og fyrsti kavin kann koma nær sum er. Fyri mong kemur tað óvart á, so nú er tíð til at hugsa um vetrardekk.

Sjálvt um summardekk nú á døgum eru góð, so eru tey framleidd til at brúka um summarið og ikki um veturin. Vetrardekk eru gjørd til kalt veðurlag og hava tí serstakar trygdareginleikar, sum er øðrvísi enn til summardekk.

Vit fáa kanska ikki altíð so nógvan kava, og summi halda tí, at tað er óneyðugt við vetrardekkum. Men, um vetrarkøldu vegirnir eru lagdir við rímfrosti, ísi, kava, vátakava, krapa ella vætu, so er vetrardekkið besta loysnin fyri teg, fyri trygdina og fyri hini í ferðsluni.

Kuldi krevur vetrardekk

Fríðrikur Bláhamar frá First Stop mælir av trygdargrundum til, at øll skifta til vetrardekk. "Nútímans vetrardekk eru framleidd av gummiblandi, ið heldur bleytleikan við sjálvt lágum hitastigum. Tað merkir, at dekkini halda sær liðilig og smidlig, sum gera, at bilførarin kann stýra í vandamiklum førum. Gummiið í summardekkum verður hart við lágum hitastigum. Tað lækkar vegafestið, og stýringin verður tilvildarlig. Eisini mynstrið er ment til vetrarveðrið, og mongu foyrurnar og lamellirnar geva nógvar kantar, ið kunnu býta seg fastar í hálar flatur."

Vetrardekk stytta bremsulongdina
Munurin á summar- og vetrardekkum kemur týðiliga fram, tá ið tú samanber bremsulongdir. Á hálum vetrarvegum vil summardekkið vanliga hava dupult so langa bremsulongd sum vetrardekkið. "Eitt dømi um eitt nútíðar vetrardekk er Blizzak-dekkið frá Bridgestone. Annaðhvørt tú koyrir í einum lítlum bili ella í einum stórum, so geva Blizzak-dekkini høgu trygdina, sum bilførararnir vænta, tá ið teir/tær koyra í vetrarferðsluni," sigur Fríðrikur Bláhamar.

"Vit síggja, at tað koma fleiri og fleiri MPV/SUV-bilar, sum eru størri og tyngri bilar, sum hava longri bremsulongd, og her er tað eyka umráðandi við góðum vetrardekkum," sigur Fríðrikur Bláhamar. Dekk til slíkar bilar kunnu vera Bridgestone LM80 Evo ella Firestone Destination Winter.

Góður búskapur í vetrardekkum
Fíggjarliga loysir tað seg væl at koyra á vetrardekkum. Kanningar vísa, at summardekk slítast 30 % skjótari, um tú eisini koyrir við teimum um veturin. Tað merkir, at samlaða kilometurtalið er hægst við at koyra við summardekkum um summarið og við vetrardekkum um veturin. Harafturat kemur stóri vandin fyri stórum og dýrum skaðum á bilar og fólk., um dekkini ikki svara til veðrið og førið.

Slepp undan bíðitíð og bíðirøðum

Fríðrikur Bláhamar leggur afturat: "Tað er eitt gott hugskot at bíleggja tíð til áseting nú, tí tá ið tað er vorðið hált á vegunum, er sum oftast nógv at gera, og tá kann verða trupult at fáa tíð."

Fá meira at vita hjá

First Stop Atlantic

Hoyvíksvegur66
100 Tórshavn
Tel. 314975
[email protected]

Opið er soleiðis:
mánadag-hósdag 8.00 - 16.30
fríggjadag 8.00 - 16.00

First Stop Atlantic hevur altíð eitt stórt úrval av dygdardekkum og alufelgum á goymslu.

Vitja First Stop Atlantic / Super Dekk og fá serkøn ráð um, hvat ið hóskar best til tín bil.

Vit eru til fyri at hjálpa tær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder