Politikkur

Veteransentrið vil betra tilboðið til veteranar í Føroyum

...

2016-06-08 14:03 Author image
placeholder

Eftir at Magni Arge og Sjúrður Skaale setti verjumálaráðnum spurningar um støðuna hjá krígsveteranum, sum hava verið í danskari hertænastu og eru búsitandi í Føroyum, verður ítøkiligt arbeiði sett í gongd fyri at betra tilboðið til hesar veteranar.


Á fundi á veteransentrinum í Ringsted í dag kom fram, at veteransentrið undir danska verjumálaráðnum arbeiðir við at betra um tilboðini til veteranar, sum eru búsitandi í Føroyum.

Samstundis sum kannað verður nærri hvørjar umstøðurnar hjá føroyskum veteranum eru, verður eisini arbeitt við at seta ítøkilig tiltøk í verk, sum kunnu hjálpa beinanvegin.

Hetta skal millum annað gerast við einum samskipaðum arbeiði í Føroyum millum veteransentrið og viðkomandi myndugleikar í Føroyum.

Ritgerð hjá Georg L. Petersen vísti, at veteranar úr Føroyum, sum hava búsett seg í Danmark efter lokna hertænastu eru komnir betur fyri seg enn veteranar búsitandi í Føroyum. Illgruni hevur verið um, at orsøkin til hetta er, at tilboðini hjá danska herinum ikki altíð hava rokkið so væl til Føroya, og at tað hevur verið torført at finna fram til veteranarnar búsitandi í Føroyum.

Eftir at hetta kom fram settu fyrst Magni Arge og síðan Sjúrður Skaale seg í samband við verjumálaráðið fyri at gera vart við støðuna og nú byrja úrslitini at vísa seg frá hesum arbeiðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder