2016-06-04 08:23
Um middagsleiti í gjár, boðaði trolarin Vesturtúgva frá, at teir høvdu fingið trupuleikar við gearinum, og tað gjørdi at teir ikki fingu siglt, tí ynsktu teir sleip.
Brimil kom til Vesturtúgvu um trítíðina, teir sleipaðu Vesturtúgvu til Klaksvíkar, har skipini komu kl 1800.
Vesturtúgva var stødd 9 fjórðingar suður úr Skorini, tá teir fingu trupuleikar. Teir vóru á veg til fiskarí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald