2016-09-27 10:09
Vesturleiki hevur higartil í ár tikið ímóti 1490 tonsum frá grønlendskum útróðrarmonnum, sum fyri tað mesta royna við línu eftir svartkalva, útgjørdir við línuspælið á plastjollum.
Vesturleiki hevur landa 6 ferðir síðan 24. juni og loyvi til at vera móttøkuskip í Grønlandi er galdandi fram til 28. februar 2017.
Sørvingarnir Heðin Hansen og Herning Simonsen skiftast at vera skiparar, við skiftandi manningum, hendan túrin er Heðin Hansen skipari.
Mynd: Hjaltur Poulsen
Tekstur: Jan Erik Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald