2016-04-11 14:36
Sørvágstrolarin Vesturleiki hevur landað svartkalva í Ánunum, teir høvdu hendan túrin 134 tons, mett verður, at teir fáa útvið kr.38/kg., so talan er um ein góðan túr í pengum.
Vesturleiki er nú áveg á Sørvág, har teir fara at rigga til nýggjan túr, væntandi fara teir avstað aftur mikudagin, tað verður aftur farið á svartkalvan.
Herning Simonsen skipari á Vesturleika sigur, at í maj fara teir á beding hjá MEST. Í fjør var Vesturleiki í Grønlandi, har teir tóku ímóti fiski frá grønlendskum bátum, tað fara teir aftur í ár, ætlanin er at verða í Grønlandi mánaðarskiftið mai/juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald