2015-08-19 23:26
Sørvágstrolarin Vesturleiki er leigaður til Grønlands, har teir skulu taka ímóti svartkalva.
Vesturleiki fór av Sørvági í gjár og setti kós vestur í hav.
Tað eru 8 mans við Vesturleika, teir koma at liggja í Upernavik, har teir skulu taka ímóti svartkalva frá grønlendarum.
Vit spurdu reiðaran - Tummas Henriksen - hvussu leingi Vesturleiki er leigaður til Grønlands, hann segði, at fyribils var tað til 1. desember, at teir skulu taka ímóti fiski í Upernavik.
Hin sørvágstrolarin - Brestir - fiskar svartkalva við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald