2017-01-08 10:01
Vesturland er uppkolaður, tað segði ??F í tíðindunum kl. 10 í morgun.
Vædderen og Brimil, sum komu til skipið í myrkrinum í gjárkvøldið, royndu at sløkkja við skúmi, tá var mesti eldurin í afturskipinum, tað eydnaðist at minka um eldin, men ikki heilt - tað var fitt av vindi í gjárkvøldið og í nátt, men í morgun eru góð líkindi.
Vædderen og Brimil hava ligið hjá skipinum í nátt. Tá ið hitin minkar, fara teir at royna at setta fast á Vesturland og so seta kós móti landi.
Skipini eru stødd norðast á Føroya Banka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald