2015-05-27 16:20
Gulllaksaskipini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin sigla inn fullfermdir, teir hava góð 300 tons av gulllaksi.
Teir verða á Toftum kl. 14, har tað verður byrjað at landa beinanvegin teir koma inn. Veiðan verður koyrd við bili til Tavuna í Leirvík, sum keypir veiðuna.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava hendan túrin roynt sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald