2016-04-17 16:08
Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin komu á Toftir um middagin við 300 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður á Toftum og koyrdur til Tavuna í Leirvík.
Skipini hava verið út í eina viku, teir hava roynt norður av Føroya Banka.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin fara nýggjan túr fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald