2015-05-14 13:10
Partrolararnir Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð kl. 7 í morgun fullfermdir av gulllaksi. Teir byrjaðu at landa kl. 8.
JN.fo tosaði umborð á Vestmenning í gjárkvøldi - teir hava tilsamans 270 tons av gulllaksi, støddin liggur millum 400 og 500 gramm. Skipini byrjaðu túrin á Lúsabanka, men har var einki at fáa, so teir fluttu og hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi.
Við Vestmenningi og Skoraberg eru tilsamans 14 mans.
Skipini fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald