Vinna

Vestmenningur og Skoraberg landa í Kollafirði

...

2015-04-27 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð um 5-tíðina í nátt.

Teir hava tilsamans 205 tons av gulllaksi, sum verður landaður til Faroe Pelagic, teir byrja at landa kl. 7 í morgun.

Gulllaksaskipini byrjaðu túr vestanfyri, men fluttu seinni suðurum, teir hava teir seinastu dagarnar roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har eisini svartkjaftaskipini royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder