2017-06-21 14:25
Vestmenningur og Skoraberg komu á Klaksvík í nátt við 165 tonsum av gulllaksi, sum teir hava landað á Kósini, veiðan verður seld til Tavuna í Leirvík - hesin gulllaksatúrurin, er fyrsti gulllaksatúrur í ár, sum teir ikki hava fulla last.
Teir hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi.
Skipini fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald