2017-09-07 13:22
Vestmenningur og Skoraberg koma á Kollafjørð nú kl. 3 við tilsamans 100 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norðast í føroyskum sjógvi.
Tað eru royndir teir gera við at ísa makrelin í kør, teir rokna við, at teir skulu gera tríggjar túrar afturat.
Teinurin er langur norður móti markinum, tá ið vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, søgdu teir, at túrurin inn av feltinum hevði tikið 26 tímar.
Í løtuni landar Borgarin, Vestmenningur og Skoraberg sleppa at landa seint í morgin.
Á Faroe Pelagic verður makrelurin heilfrystur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald