2017-09-18 08:18
Vestmenningur og Skoraberg, sum hava verið á makrelveiðu norðanfyri, koma á Kollafjørð seinnapartin við 100 tonsum av ísaðum makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði - tað er Barðið í Havn, sum stendur fyri landingini.
Vestmenningur og Skoraberg fara aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald