Vinna

Vestmenningur og Skoraberg givnir á gulllaksinum

...

2015-09-10 03:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmenningur og Skoraberg sigla inn við 90 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini tíðliga í morgin.

Teir gevast nú á gulllaksinum, tí nú var einki at fáa. Tað eru tó nøkur fá tons eftir av samlað veiðuni, sum er uppá 14.400 tons.

Hini gulllaksaskipini eru givin - Polarhav og Stjørnan eru farin á makrelveiðu og Vesturbúgvin og Eysturbúgvin liggja í Havn, har teir reinsa motor.

Vestmenningur og Skoraberg fara nú á upsaveiðu, teir verða klárir fríggjadagin ella leygardagin at fara nýggjan túr. Seinni fara teir so til makrelfiskiskap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder