JN

Vestmenningar fáa svar uppá orkusparingar

...

2015-03-04 02:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 4. mars klokkan 19 verður høvi hjá áhoyrarum at fáa neyva kunning umorku, sparing av orku og annað í hesum sambandi, tá stórur fundur verður í Vektarbúðini í Vestmanna.

Sambært fundarskránni fara fýra »tungir « dreingir innan økið at greiða frá, og eftir framløgur verður eisini høvi hjá fundarfólki at seta spurningar.

Meinhard Eliasen frá Jarðfeingi, Áki Mortensen frá Hiti.fo, Baldvin Hardarson frá Hitamyndir.fo ogJens Pauli Dahl frá RenoVent fara at greiða frá.

Umframt framløgur og høvi at seta spurningar, verður eisini høvi hjá fundarluttakarum at keypakaffi og køkur í Vektarbúðini mikukvøldið.

Kelda: vestmanna.fo



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder