2017-04-22 14:11
Hesar fittu vestmannagenturnar hava í dag gingið langa teinin úr Vestmanna til Hoyvíkar fyri at stuðla VÍF, sum nú um ein tíma skal spæla seinnu finaluna ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.
Tær brúktu 6 tímar at ganga úr Vestmanna til Hoyvíkar.
Seinasta mikudag, tá ið fyrra finalan - VÍF- H71 - varð leikt í Vestmanna gjørdu nakrir hoyvíksdreingir tað sama, teir fóru til gongu úr Hoyvík til Vestmanna.
Pauli Jacobsen skrivar:
Vit fóru mannsterkir avstað kl 12, og komu vit allir fimm garpanir til Vestmannar umleið kl 20:00.
Har H71 vunnu ein fanton sigur í móti Víf, so vit kunnu ikki siga annað enn at hettar var dagur í viku!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald