2013-11-13 19:54

Stanley Samuelsen hevur konsert í Vektarbúðini hóskvøldið 14. november 2013 kl. 20.
Hesa vikuna er Stanley í Føroyum, og gevur konsertir. Um vikuskifti luttók hann í HOYMA-konsetunum í Gøtu. Komandi sunnudag framførir hann í Hoyvíkar Kirkju.
Vestmenningar og onnur fáa høvi at hoyra Stanley í Vektarbúðini hóskvøldið 14. november kl. 20.
Atgongumerki á 100 kr. verða seld í forsølu á Kommunuskrivstouni, tlf. 770 100.
Einans 50 atgongumerki verða seld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald