2016-10-18 09:48
Komandi dagarnar verður ferðslan tarnað á vegastrekkinum frá vegamótinum millum Gerðisveg og Toftaveg oman eftir Bøgøtu og Skálavegi til hesin møtir Bakkavegi.
Fyrireikandi arbeiðið er byrjað, og asfaltarbeiðið verður gjørt eftirfylgjandi. Sett er út í kortið, at arbeiðið verður liðugt mikudagin.
Meðan hetta arbeiði fer fram, verður ferðslan tarnað, og í styttri tíðarskeið verður ikki koyrandi.
Vestmanna kommuna heitir á bilførarar, sum ikki hava neyðugan tørv at koyra á hesum strekki, um at leggja leiðina eftir øðrum vegum. Hinvegin heitir kommunan á bilførarar, sum hava neyðugan tørv at koyra eftir ella tvørturum vegastrekkið, um at vísa ansni og tolsemi.
Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald