2017-04-11 12:14
Ovari Vegur - Toftavegur 2. byggistig - sáttmáli undirskrivaður
Framhald av vegarbeiðinum á Ovara Vegi og Toftavegi heldur nú fram.
Tá 2. byggistig av hesum vegarbeiði varð liðugt projekterað, bað kommunan um tvey framíhjá boð.
Tekniska Nevnd samtykti at fylgja tilmælinum um at fara í sáttmálasamráðingar við Kreton, sum hevði lægsta boðið. Nú eru samráðingarnar liðnar og arbeiðstøkusáttmáli varð undirskrivaður við Sp/f Kreton 6. apríl.
Sambært tíðarætlaninni byrja fyrireikingarnar í dag, og arbeiðið skal verða liðugt 7.juli.
Framíhjá boðini, sum komu inn í viku 11, vóru hesi:
Sp/f Konsaxkr 1.572.783
Sp/f Kretonkr 1.377.300
Metingin varðkr 1.500.000
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald