Vestmanna Kommuna skrivar:
Kunningarskriv um komandi vegarbeiði - Toftavegur og Ovari Vegur
Vestmanna kommuna er farin í holt við at gera størri ábøtur á vegirnar í bygdini.
Garðavegur er asfalteraður, umframt er partur av honum gjørdur heilt av nýggjum. Aðrir vegir eru eisini asfalteraðir.
Nú verður byrjað upp á Toftaveg og Ovara Veg.
Arbeiðið verður gjørt í 4 strekkjum. Byrjað verður í vikuni inni við Skótahúsið. Vegarbeiðið endar við Toftaveg 20, Vagnur Djurhuus.
Niðanfyri sæst, hvussu arbeiðið er lagt til rættis og í stuttum, hvat ið verður gjørt:
1. Frá Ovara Vegi 13 út til omankoyringina til Heygatún verður vegarbeiði. Strekkið frá somu omankoyring og inn um Ovara Veg 23 verður asfalterað.
2. Frá omankoyringini til Heygtún og út til Heygabrekku verður vegarbeiði. Sama strekkið verður eisini asfalterað.
3. Frá Heygabrekku yvir til brúnna um Gjógvará, verður vegarbeiði. Sama strekkið verður asfalterað.
4. Frá brúnni og út til Toftaveg 20 verður vegarbeiði. Ábøtur verða gjørdar á brúnna samstundis. Sama strekkið verður asfalterað.
Vegastrekkini verða stongd fyri ferðslu, meðan arbeitt verður á teimum. Arbeiðið verður lagt soleiðis tilrættis, at omankoyringin til Heygatún og Heygabrekku verða stongdar so stutt sum gjørligt.
Ferðsluviðurskiftini niðanfyri skúlan Kongsteigum:
Í løtuni situr ein ferðslurevisor og arbeiðir við at betra um ferðsluviðurskiftini niðanfyri skúlan. ??tlanin er at fáa hesi viðurskifti upp á pláss, samstundis sum vegaarbeiðið verður gjørt.
Víst verður eisini tiltekningav strekkinum.
Sí ávegis kunning á vestmanna.fo
Vinarliga
Vestmanna Kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald