Løgtingið hevur ongantíð samtykt, at veiðiloyvi kunnu keypast og seljast sum handilsvøra millum privat. Kortini hava Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin framt og vart hesa skipan við at umsita lógina eftir teirra egna høvdi. Nú gevur Vestergaard øðrum ábyrgdina, sum í mong ár hava roynt at steðga óskilinum í føroysku fiskivinnuni
Høgni Hoydal
Stórir og grundleggjandi spurningar eru at viðgera í sambandi við fiskivinnupolitikkin. Talan er um nakrar av mest týdningarmiklu avgerðum, vit yvirhøvur skulu taka fyri okkara samfelag. Og vit eiga sum minstamark at lýsa støðuna, sum hon er.
Tí var tað ómetaliga hugstoytt, at Jacob Vestergaard í sjónvarpsviðtali um fiskivinnupolitikkin knappliga royndi at flyta fokus og geva øðrum skyldina fyri ta sjúku skipanina í fiskivinnupolitikkinum, sum er framd seinastu mongu árini. Honum á baki fór Hanus Samró, løgtingsmaður, beint í miðlarnar og endurtók somu skeivleikar.
Teir fóru 17 ár aftur í tíðina og góvu serliga Heina O. Heinesen og táverandi vinnunevnd í Løgtinginum í 1998 skyldina av, at bæði fiskidagar og kvotur kundu gerast umsetilig. Og ikki minst, at sjálv veiðiloyvini kunnu útlutast politiskt og síðani seljast millum privat fyri ovurstórar upphæddir, sum vit hava sæð so nógv dømi um seinastu 10-12 árini. Sambært Jacobi Vestergaard skuldi Løgtingið havt samtykt hetta í 1998. Og sambært Hanusi Samró skuldi ein samd vinnunevnd beinleiðis havt mælt til hetta í sínum áliti í 1998.
Hetta eru ósannindi og reingingar av tí heilt grova slagnum. Og tey mugu rættast.
Umsetiligheit fyri kvotur og fiskidagar framd í 1997
Í fyrsta lagi var tað í 1997, at Løgtingið samtykti umsetiligheit fyri fiskidagar og kvotur. Í Løgtingsmáli nr. 3 frá 1997. Hetta var samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, tá ið Edmund Joensen var løgmaður.
Millum aðrar ávaraðu Heini O. Heinesen og Henrik Old í sera sterkum orðum um, hvat hetta kundi elva til, og atkvøddu ímóti.
Jacob Vestergaard og Hanus Samró hava sostatt borið beinleiðis skeivar upplýsingar fram alment.
Broytingar í 1998 til at endurnýggja veiðiflotan
Í 1998 vóru aftur broytingar gjørdar í lógini. Í Løgtingsmáli nr. 3 frá 1998. Millum annað var umsetiligheitin av fiskidøgum og kvotum avmarkað nakað eftir viðgerð í vinnunevndini.
Men hartil varð settur inn møguleikin at leggja veiðiloyvi saman og at flyta veiðiloyvi til nýggj fiskifør.
Endamálið var greitt: At fáa endurnýggjan í fiskiflotan og at geva møguleikan at leggja loyvi saman til tess at fáa betri rakstur. Og hetta tók ein samd vinnunevnd undir við.
Ongantíð var uppá tal ??? og tað gjørdist heldur ikki ein trupulleiki fyrr enn nógv ár seinni ??? at handil skuldi fara fram við sjálvum veiðiloyvunum, við teimum avleiðingum, vit hava sæð.
Møguleikin at leggja veiðiloyvi saman og at útskifta skip, varð knýttur beinleiðis til tey, sum høvdu loyvini.
Seinni byrjaði handilin við veiðiloyvum
Men fleiri ár seinni kom undan kavi, at partar í vinnuni vóru farnir undir at selja og keypa veiðiloyvi fyri vaksandi upphæddir. Og at veiðiloyvini fingu eitt stórt virði í summum skipabólkum, har eisini útlendsk áhugamál vildu leggja nógv fyri at koma fram at.
Fyrsta veruliga dømi var Vesturvón. Síðani Krúnborg. Og eftir hetta eisini fleiri dømi í heimaflotanum.
Síðani makrelfiskiskapurin tók seg upp, hava vit sæð eina ørgrynnu av keypum og sølum aftur og fram. Bara frá januar til oktober 2014 fóru fram 43 sølur og keyp til eitt virði uppá meira enn hálva milliard, upplýsti landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning frá undirritaða.
Hóast lógin sigur, at tilfeingið er ogn Føroya fólks. Og hóast lógin sigur, at veiðiloyvini ikki eru privat ogn og kunnu ikki veðsetast, so fóru og fara hesir handlar fram. Og Fiskimálaráðið og landsstýrismenninir hava góðtikið tað, grundað á serligar tulkingar av lógini.
Men í eini frágreiðing, sum Jacob Vestergaard sjálvur bað um í 2010, siga fólk í hansara egnu umsiting, at skal privatur handil fara fram við veiðiloyvum, so eigur at útvegast ein verulig lógarheimild fyri hesum.
Og vit kunnu spyrja, hví Vestergaard onki hevur gjørt við tað?
??teljandi royndir at steðga spekulasjónini
Á Løgtingi hevur Tjóðveldi líka síðani hesir handlar komu fram í ljós, gjørt alt fyri at steðga gongdini. Heini O. Heinesen stríddist støðugt fyri at fáa byrgt upp fyri, at har her fóru handlar fram ???ígjøgnum bakdyrnar??? í mun til ætlanina við lógini. Og vit eru kanska nøkur, sum minnast, hvussu millum annað Jógvan S. málið varð steðgað og fekk avleiðingar.
Síðani 2006 hevur Tjóðveldið lagt lógaruppskot fram á ting 6 ferðir, ið skulu sláa fast, at veiðiloyvi og veiðirættindi kunnu ikki handlast privat, men fella aftur til landið, tá ið tey ikki verða nýtt av rættindahavaranum. Hesi uppskot hava tíverri verið feld av teimum sitandi samgongunum. Vit kunnu tó fegnast um, at hinir flokkarnir tykjast at hava skilt trupulleikan nú.
Í 2007 legði Bjørn Kalsø, táverandi fiskimálaráðharri í ABC-samgonguni, eitt lógaruppskot á ting, sum í veruleikanum var ein endalig privatisering av veiðiloyvunum við eini óendaligari rullandi skipan. Varð hetta samtykt, hevði privat keyp og søla av veiðiloyvum veruliga verið góðtikin. Men í evstu løtu ??? millum aðru og triðju viðgerð ??? eydnaðist tað Tjóðveldi at sannføra Jóannes Eidesgaard, løgmann, um, hvat var í ferð við at henda. Og uppskotið varð broytt til tað, sum vit nú er galdandi: At vit kunnu gera eina nýggja skipan frá 2018.
Lat tað tí vera sligið fast: Tað er ein sera grov framferð frá landsstýrismanninum at geva Tjóðveldi og øðrum skyldina fyri gongdina í lóggávuni og umsitingini kring fiskivinnuna hesi seinastu mongu árini.
Hvat er lóg og hvat er umsiting?
Men tað er hinvegin onki løgið, um fólk gerast ørkymlað av støðuni. Og fara at ivast í, hvat vendir upp og hvat vendir niður. Hvat sigur lógin? Og hvat fer fram?
Søgan um føroyska fiskivinnupolitikkin og tað rotið, sum er komið í skipanina, snýr seg í veruleikanum um munirnar millum hesi bæði:
1. Hvat Løgtingið hevur samtykt og ætlað við lógini.
2. Hvussu lógin hevur verið umsitin, toygd og tambað av teimum landsstýrisfólkum, ið hava havt ábyrgdina av at umsita hana.
Og her eru stórar avgerðir, broytingar og tulkingar framdar gjøgnum árini, sum eftir mínum tykki ganga beint ímóti endamálunum við lógini og tí, sum Løgtingið hevur ætlað við sínum samtyktum. Landsstýrisfólk hava brúkt hol ella ógreiðir í lógini ??? ella hava uppfunnið nýggj hol og tulkingar ??? sum hava fingið alla skipanina at fara av lagi.
??rslitini av holunum, sum landsstýrisfólkini hava gjørt í lóg og reglur, síggjast serliga við keypi og sølu av veiðiloyvum. Vit síggja tað eisini við útlendsku áhugamálunum í vinnuni og manglandi eftirlitinum við, hvør hevur avgerðarrættin í feløgum. Og vit síggja tað í tilvildarliga politiska býtinum av makrelkvotunum.
Men lesa vit lógina og viðgerðirnar á tingi, so hevur hetta ongantíð verið ætlanin við henni. Um landsstýrisfólkini hava hildið hetta vera røttu gongdina, so áttu tey at havt útvegað sær greiða heimild og skotið upp at broyta lógina.
Ístaðin eru øll uppskot frá andstøðuni um at broyta viðurskiftini feld, og gongdin hevur vundið uppá seg.
Dømini um at hol verða gjørd í lógina
Vit kunnu harafturat nevna hesi dømi úr rúgvuni, sum nógv minnast, har lógin hevur verið tulkað og tambað og broytt til nakað heilt annað, enn ætlanin var:
1. At landsstýrismenn loyvdu línuskipum inn í útróðrarflotan (í málunum um Frøyanes og seinni Jógvan S.)
2. At landsstýrismenn góðtóku at rokna kvadratrótina av støddunum á skipum til tess at fáa eitt nógv størri skip við størri fiskiorku inn fyri smærri.
3. At landsstýrismaðurin hevur loyvt at keypa og selja skip millum bólkar proforma í styttri tíðarskeið til tess at summi kundu selja makrelkvotur ??? hóast Løgtingsins Umboðsmaður, sum er verjin ímóti skeivari fyrisiting, hevur staðfest, at heimild ikki var fyri tí.
4. At Fiskimálaráðið sendi út eina vegleiðing til feløg og reiðarí um, hvussu skip kunnu seljast ímillum og keypast aftur proforma til tess at flyta fiskirættindi ímillum. Hugsið tykkum, um TAKS hevði sent eina skrivliga vegleiðing út til ávis feløg um, hvussu hol í skattalógini kundu brúkast? Hvat høvdu vit tá sagt?
5. At landsstýrismaðurin í samráð við ein politiska fylgibólk við einari ivasamari lógarheimild hevur býtt makrelkvotur út, uttan at dokumentera nakað um, hvørjar avgerðir eru tiknar og hvør reelt hevur tikið tær.
6. At landsstýrismaðurin, sum sigur seg verða bundnan av lógum og verandi mannagongdum, hevur árliga broytt skipanirnar eftir egnum høvdi í sambandi við makrelfiskiskapin ??? uttan at nakað er broytt í lógini. At eisini teir, sum hava rættindini, halda hetta vera eina ótolandi skipan, er ein staðfesting av, hvussu tilvildarlig støðan er.
Upprudding og nýggja skipan
Onki samfelag, ið vil byggja á fólkaræðisligar grundreglur og lóg og rætt kann liva við tí, sum fer fram.
Neyðugt er at rudda í allari lóggávuni og at skapa ein heilt nýggjan karm fyri føroysku fiskivinnuna, sum byggir á greiðar reglur og rættartrygd, har øll hava somu treytir og møguleikar at virka undir skipanini.
Og tað er hetta, vit skulu nýta alla orkuna til, heldur enn at villleiða fólk og geva øðrum ábyrgdina, sum hava sitið á tingi fyri 17 árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald